Landsstýrismaðurin longda svarfreist

Landsstýrismaðurin longda svarfreist
Høgna Hoydal hevur fingið longda freist at svara kæruni frá Meginfelag útróðrarmanna um mannagongdina, tá fiskidagar vórðu ásettir í heyst
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið longda svarfreist frá landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum at svara kæruni frá Meginfelag útróðrarmanna um mannagongdina, tá fiskidagar vórðu ásettir
 
21.03.2017 - 10:32

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur fingið longda svarfreist frá landsstýrismálanevndini hjá Løgtinginum at svara kæruni frá Meginfelag útróðrarmanna um mannagongdina, tá fiskidagar vórðu ásettir í heyst.

Meginfelag útróðrarmanna sendi 14. desember í fjør kæru til landsstýrismálanevndina um Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum. 9. mars bað nevndin landsstýrismannin koma við einari frágreiðing innan 14 dagar. 

Málið serliga tíðarkrevjandi

15. mars biður Fiskimálaráðið, vegna landsstýrismannin, um longda svarfreist, tí ein frágreiðing í hesum máli er serliga tíðarkrevjandi at gera, tí neyðugt er at fáa innlit í allar upplýsingar og málsgongdina í málinum, fyri at gera frágreiðingina, sigur Fiskimálaráðið.

Landsstýrismaðurin hevur fingið longda svarfreist frá landsstýrismálanevndini, og skal nú svara nevndini í seinasta lagið hósdagin 6. apríl. Umframt kæruna frá MÚ, eru tvær aðrar kærur um Høgna Hoydal, landsstýrismann, hjá landsstýrismálanevndini.

Onnur er frá Jacobi Vestergaard, tingmanni hjá Fólkaflokkinum, og hin er frá Bjørn Kalsø, løgtingsmanni hjá Sambandsflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860