Nýggj fólkaatkvøða kanska í eygsjón

Nýggj fólkaatkvøða kanska í eygsjón
Týsdagin fer tjóðartingið í Skotlandi at umrøða eitt uppskot um at hava fólkaatkvøðu í landinum um viðurskiftini við Bretland
Fyrstiráðharrin í Skotlandi, Nicola Sturgeon, fer at biðja skotska tingið um heimild at arbeiða fyri einari nýggjari fólkaatkvøðu um at loysa frá Bretlandi
 
24.03.2017 - 09:43

Orðaskiftið var byrjað seinnapartin í gjár, men tingfundurin varð slitin eftir yvirgangsatsóknina í London. Tað er skotski fyrstiráðharrin, Nicola Sturgeon, sum vil hava heimildina at útskriva fólkaatkvøðu.

Tað hendir eftir at hon fleiri ferðir hevur tosað við bretska forsætisráðharran, Theresu May, sum ikki vil ganga skotska kravinum á møti, at Skotland verður verandi í ES, hóast Bretland fer burturúr samveldinum.

SÍ EISINI Skotar vilja hava nýggja fólkaatkvøðu

Eftir ætlan skal fólkaatkvøðan vera seinast í 2018 ella fyrst í 2019. Skotar valdu at verða verandi í ES, hóast bretar valdu at fara úr ES á fólkaatkvøðuni í fjørsummar, og skotska stjórnin sigur limaskapin í ES at vera avgerandi fyri framtíðina.

Skotland hevur stórt hall á fíggjarlógini, eftir at oljuprísurin lækkaði, og hallið er størri enn hallið hjá kreppurakta Grikkalandi. Samstundis eru vánalig útlit fyri at oljuinntøkurnar hjá Skotlandi fara at hækka í bræði, og tí halda skotar at limaskapur í ES er avgerandi fyri framtíðina.

Ein meiningakanning sum stovnurin, Opinium, hevur gjørt fyri blaðið, The Observer, vísir, at 54 prosent av bretsku veljarunum siga seg rokna við, at Bretland fer í upploysn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558