Skriva undir samstarvsavtalu

Skriva undir samstarvsavtalu
Forkvinnan í sosialdemokratiska flokkinum í Danmark, Mette Frederiksen, kemur til Føroya á vitjan í morgin
 
28.03.2017 - 15:56

Vertir fyri vitjanini eru Javnaðarflokkurin og Aksel V. Johannesen, løgmaður. Hóskvøldið fer Mette Frederiksen at halda røðu á eykalandsstevnu hjá Javnaðarflokkinum í Havn.

Ætlanin er, at danski og føroyski javnaðarflokkurin skulu skriva undir eina samstarvsavtalu, stendur í tíðindaskrivi frá Javnaðarflokkinum.

Á vitjanini fer Metta Frederiksen eisini at hitta umboð fyri Samtak og Samstarv, SEV, iNova, Kósina, Hiddenfjord og Miðnám á Kambsdali. Mette Frederiksen fer av landinum aftur fríggjadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. desember
Morgunlestur leygardagur 28. desember 2024
185003
Fríggjadag 27. desember
TEMAPLÁTAN: 'The Montreaux Album', Smokie, 1978
185635
Fríggjadag 27. desember
Vikuskiftið 27 des 2024
185619
Fríggjadag 27. desember
Morgunlestur fríggjadagur 27. desember 2024
185002
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. desember
Transformatión
185627
Fríggjadag 27. desember
Hon leyp á leistum
167984
Fríggjadag 27. desember
Veðrið
185616
Hósdag 26. desember
Upp á gólv 2. jólakvøld 2019
102652