- Tíðindi, mentan og ítróttur
Talið á deyðum veksur eftir gassálop

Óváttað tíðindi frá mannarættindafelagsskapinum í Sýria vilja vera við, at í minsta lagi 58 fólk eru deyð og tíggjutals særd í einum eiturgass-álopi í Idlib-landslutinum í Sýria.
"Hetta er eitt ræðuligt álop, tað er ógvusligt, og tað er eftir øllum at døma eisini brot á fólkarættin"
- Jan Egeland, aðalskrivari í norsku flóttafólkahjálpini
Sambært BBC, AFP og NRK koma tíðindini frá mannarættindafelagsskapinum í Sýria, SOHR, og sambært teimum vóru tað flogfør hjá annaðhvørt sýriska stjórnarherinum ella Russlandi, sum lupu á. Fólk fingu ikki anda og kvaldust, siga tíðindini.
BBC skrivar, at óváttað tíðindi harumframt eru um, at ein læknamiðstøð, sum royndi at taka sær av teimum særdu, eisini varð bumbað. AFP endurgevur SOHR, sum sigur, at mong børn eru millum tey eitraðu og deyðu.
Greinin heldur fram niðanfyri
Suspected gas attack on Syria's rebel-held Idlib kills at least 35: Observatory https://t.co/clPDuXzKpJ
— Reuters Top News (@Reuters) April 4, 2017
Fyrst fingu tey andaneyð, spýðu, og so kvaldust tey, sigur SOHR. Myndir eru eisini í umferð av hjálparfelagsskapinum, Hvítu hjálmunum, sum spula særd við vatni. Hesi tíðindi um enn eitt eiturgassálop í Sýria koma samstundis sum ráðstevna verður sett í Brússel um framtíð Sýria.
Aðalskrivarin í norsku flóttafólkahjálpini, Jan Egeland, er í Brússel, saman við øðrum felagsskapum, sum hava fólk í økinum, har eiturgassálopið skal hava verið.
- Mong fólk her hava fingið myndir sendandi av deyðum børnum, og tey hava fingið boð um, at starvsfelagar eru deyðir. Hetta er eitt ræðuligt álop, tað er ógvusligt, og tað er eftir øllum at døma eisini brot á fólkarættin, sigur Jan Egeland við NRK.
Óvist hvat eitur talan er um
SOHR hevur ikki upplýsingar um, hvat slag av eituri talan er um, og at tað er ógreitt, um tað vóru sýrisk ella russisk flogfør, sum lupu á. Sýriska verjan noktar at hava nakað við álopið at gera og sigur, at sýriski herurin ongantíð hevru brúkt kemisk vápn.
NRK skrivar, at andstøðan í Sýria krevur, at ST kannar eiturálopið og ákærir Bashar al-Assad, forseta fyri at hava ábyrgdina av álopinum.
ST hevur fleiri ferðir áður kannað álop við eiturgassi í Sýria. Og ST hevur skjalprógvað, at bæði sýriskar herdeildir og yvirgangsfelagsskapurin IS hava brúkt eiturvápn í krígnum.



























