Suðuroyggin sertreytir í uppskoti til alilóg

Suðuroyggin sertreytir í uppskoti til alilóg
Poul Michelsen ætlar at seta sum krav í komandi alilógini, at laksur, sum verður aldur á firðum í Suðuroy, eisini skal virkast í oynni
 
13.04.2017 - 09:32

Suðuroyggin hevur tørv á serligum atlitum - og serligum tiltøkum fyri at skapa arbeiðspláss.

Tað hava røddir bæði í samgongu og í andstøðu fleiri ferðir havt á munni.

Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hevur eitt nú lagt uppskot til samtyktar um, at løgtingið skal heita á landsstýrið um at kanna og leggja fram neyðug lógaruppskot, so aliøkini Hovs- og Hvalbiarfjørður verða latin teimum, sum kunnu tryggja mest møguligt virksemi í oynni.

Og nú tykist slóðin verða ruddað fyri, at Suðuroy fær serstøðu í nýggju alilógini, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, skal leggja fyri tingið.

Uppskotið er til politiska hoyring, og í lógaruppskotinum hevur Suðuroy fingið sína egnu grein, grein 6c, sum ljóðar soleiðis:

"Laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður á virkjum í Suðuroy. (Við virking skal skiljast bløðging, kryvjing, pakking av heilum rundum fiski, ísaður ella frystur. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur um virking í Suðurpy, herundir skjalprógv um, at kravið (um at laksur skal virkast í Suðuroy) kann verða lokið)"

Í viðmerkingunum til uppskotið verður ætlaða serstøðan við aliloyvunum í Suðuroy grundgivin soleiðis:

"Suðuroyggin er - hóast vælútbygt sjóvegis ferðasamband - í mun til hinar partarnar av landinum fjarskotin, og er í vinnuligum høpi og arbeiðsmarknaðarhøpi enn ikki ein samrunnin partur av hinum økjunum í landinum.Fólkatalið í Suðuroy minkar alsamt, hóast tað er vaksandi í landinum sum heild, og arbeiðsloysið er væl hægri enn í landinum annars. Tað eru fá faklærd og ófaklærd arbeiðspláss í oynni, og fólkið leitar sær burtur at finna sær arbeiði og kemur ikki aftur".

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819