- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valúrslitið gevur Erdoğan nógv størri vald

Sadi Güven, sum er formaður í Turkisku valnevndini YSK, váttaði úrslitið í nátt fyri miðlum í Ankara.
Tá ið úrslitið var kunngjørt vóru tey sum atkvøddu ja góð 1,2 milliónir fleiri í tali enn tey, sum atkvøddu nei, meðan 600.000 atkvøður ikki vóru taldar.
Fleiri klagur hava verið um atkvøðusnýt, eisini frá flokkinum hjá forsetanum sjálvum AKP, tí valnevndin ikki hevði stempla allar aktvøðuseðlar, soleiðis, sum hon átti at gera.
Andstøðan hjá Erdogan vil vera við, at ein triðingur av atkvøðunum eru falskar, tí hesar einki stempul hava. Men Güven segði, at valnevndin hevði gjørt av, at óstemplaðar atkvøður skuldu telja við, uttan so, at tað kundi prógvast, at tær vóru svikaligar.
At hendan avgerðin er tikin í síðstu løtu setur stórar spurningar við, um atkvøðan skal vera í gildi, sigur andstøðan. Men valnevndin vil vera við, at avgerðin varð tikin áðrenn úrslitini komu inn, og at eygleiðarar hjá AKP og andstøðuni vóru til staðar á øllum atkvøðustøðum.
Smáar 60 milliónir fólk hava valrætt í Turkalandi, og tí tekur fínteljingin eina góða viku. Alemnnu úrslitini væntast at vera klár um einar 11-12 dagar.
Úrslitið gevur, sum sagt, forsetanum møguleika at kollvelta ovasta valdið í Turkalandi. Landið verður broytt frá parlamentariskum fólkaræði til eina forsetarepublikk. Og tað verður sagt at vera størsta broyting í søguni hjá Turkalandi, síðan tað var stovnað í 1923.
Erdogan forseti sigur, at hann alt fyri eitt fer at arbeiða fyri at seta deyðarevsing í gildi aftur. Um neyðugt, skal henda broyting eisini fyri eina fólkaatkvøðu.

























