Parlamentið sigur »ja« til nýval

Parlamentið sigur »ja« til nýval
Ein greiður meiriluti av undirhúsinum í Bretlandi hevur atkvøtt fyri, at forsætisráðharrin kann skriva út val í úrtíð 8. juni
 
19.04.2017 - 15:49

Parlamentið í London hevur fyri løtu síðani við 522 atkvøðum fyri og 12 ímóti atkvøtt fyri, at bretar skulu á val 8. juni í summar, skrivar tíðindastovan hjá Ritzau.

Sostatt er greiður meiriluti fyri, at bretar skulu á val í úrtíð í summar. Í minsta lagi tveir triðingar av øllum atkvøðunum í undirhúsinum skuldu atkvøða fyri, at val kann útskrivast.

Theresa May, forsætisráðharri, sigur orsøkina til valið í úrtíð vera, at meðan landið savnar seg í kjalarvørrinum á Brexit ger parlamentið júst tað øvugta.

Stendur til at vinna valið

Konservativi flokkurin við Theresu May á odda fer at vinna stórsigur á valinum í juni, vísir ein nýggj meiningakanning, blaðið The Times hevur gjørt.

Konservativi flokkurin fær, sambært meiningakanningini, 382 av teimum 650 sessunum í undirhúsinum. Flokkurin hevur í dag 330 sessir.

Størsti andstøðuflokkurin, Labour, fær 179 sessir, vísir kanningin. Tað er ein munandi afturgongd, tí sum er hevur Labour 229 sessir í undirhúsinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Mikudag 14. januar
Morgunlestur mikudagur 14.januar 2026
202443
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498