Birnumálið: Ákærdi játtar at hava koyrt bilin

Birnumálið: Ákærdi játtar at hava koyrt bilin
Grønlendingurin, sum er ákærdur fyri at hava dripið Birnu Brjándsdóttir, játtar, at hann koyrdi í einum leigaðum bili við kvinnu í um náttina.
 
26.04.2017 - 17:02

Býarrætturin í Reykjavík viðgjørdi í gjár revsimálið móti 30 ára gamla grønlendinginum, sum er ákærdur fyri at hava dripið 20 ára gomlu Birnu Brjánsdóttir.

Sambært íslendska fjølmiðlinum, Vísir, játtaði maðurin á rættarfundinum í gjár, at hann hevði koyrt í einum leigaðum bili við einari - møguliga tveimum - kvinnum í um náttina.

Tá hann hevði sett ein av manningini av við trolaran Polar Nanoq, koyrdi hann til eitt annað stað á kajøkinum. 

Sambært vakmyndatólum flutti 30 ára gamli maðurin seg síðani aftur-um á baksetrið, og har var hann í umleið 50 minuttir.

Og tað er her, at løgreglan sigur, at maðurin hevur gjørt seg inn á Birnu Brjánsdóttir.

Rættarlæknar siga í frágreiðing, at ógvusligir skaðar og bløðingar vóru at síggja á líkinum av Birnu.

Svav í bilinum

Ákærdi maðurin sigur, at hann setti genturnar av í eini rundkoyring um 7-tíðina hendan morgunin, og síðani koyrdi hann til eina venjingarmiðstøð, har hann legði seg at sova í bilinum.

Men løgreglan sigur, at vakmyndatól hava ikki sæð bilin við venjingarmiðstøðina.

Løgreglan heldur tvørtur ímóti, at tað var júst tá, at hann koyrdi illa særdu Birnu til at eitt stað úti við havið og tveitti hana á sjógv.

Seinni henda fyrrapartin keypti hann reingeringarevni í einum handli, og um middagsleitið vísa upptøkur frá vakmyndatólum, at maðurin vaskar bilin.

Tøkniligar kanningar vísa, at blóðrestir frá Birnu Brjánsdóttir vóru serliga á baksetrinum. - Men ákærdi vísur aftur, at blóð var á baksetrinum.

Á rættarfundinum í gjár legði løgreglan fram fleiri óbeinleiðis prógv móti 30 ára gamla manninum, - millum annað, at koyrikortið hjá Birnu Brjánsdóttir varð funnið umborð á trolaranum. 

Næsti rættarfundur verður 9. mai, skrivar Vísir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585