Landsroyndin (aftur, aftur, aftur) avlýst

Landsroyndin (aftur, aftur, aftur) avlýst
Allir fólkaskúlanæmingar í fjórðu- og sættuflokkunum í Føroyum skuldu eftir ætlanini til landsroynd í dag
Landsroyndirnar, sum næmingar í fjórðu- og sættuflokkunum skuldu til í dag, máttu avlýsast. Hetta er ikki fyrstu ferð, trupulleikar hava verið við royndunum
 
02.05.2017 - 09:41

Landsroyndin, har allir 4. og 6. flokkar í landinum skulu roynd, er avlýst. Skipanin klárar ikki trýstið, váttar Regin Marnersson, stjóri á Námi, í stuttari viðmerking. 

- Vit hava gjørt alt, sum vit kunnu fyri at bøta um skipanina, men hon (skipanin, red.) riggar kortini ikki, sigur Regin Marnersson við útvarpið.

Í mars segði Rigmor Dam, landsstýriskvinnan í mentamálum, við útvarpið, at riggar telduskipanin til landsroyndina ikki nú, er hon til reiðar at steðga landsroyndunum, til viðurskiftini eru fingin í rættlag.

Afturvendandi trupulleiki

Hetta er ikki fyrstu ferð, at trupulleikar hava verið við KT-skipanunum, tá føroysku fólkaskúlanæmingarnir í fjórðu- og sættuflokkunum hava sitið klárir við teldurnar.

Eisini í januar og februar í ár, tá undanlandsroynd var, miseyðnaðust royndirnar. Tað sama hendi eisini, tá Mentamálaráðið fyriskipaði landsroynd fyri trimum árum síðani.

Í apríl 2014 sótu 1.400 fólkaskúlanæmingar sum á nálum, tá landsroyndin skuldi haldast. Tann landsroyndin varð avlýst tí tøkniligir trupulleikar vóru við skipanunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV