Her er semjan um fiskivinnunýskipanina

bannari
Her er semjan um fiskivinnunýskipanina
Allir tríggir floksformenninir í samgonguni hava skrivað undir semjuna um fiskivinnunýskipanina
 
02.05.2017 - 13:03

Semja um nýggja og varandi fiskivinnuskipan. Eftir at uppskotið til nýggja fiskivinnuskipan varð lagt fram alment og sent til hoyringar hjá øllum avvarðandi pørtum, er samgongan samd um at gera hesar tillagingar, broytingar og nágreiningar í uppskotinum:

1. Atgongd at fiska og útboð:
Skipanin verður gjørd einfaldari:
- Av kvotunum í 2018 til føroysk skip av uppsjóvarfiski (makreli, norðhavssild og svartkjafti) og av botnfiski í Barentshavinum, á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi, verða 25% boðin út á uppboðssølu sum styttri og longri loyvi, meðan 75% verða atgongd hjá teimum, sum eru í vinnu.
- Hetta býtið er galdandi, tá ið kvoturnar eru ájavnt ella undir kvotunum í 2018.
- Tá ið kvoturnar vaksa upp um tað, ið tær eru í 2018, verður tann økti parturin av kvotunum boðin út sum stutttíðarloyvi, ella Løgtingið ger av, hvussu bjóðast skal út millum styttri og longri loyvi.
- Fyri norðhavssild verða atlit tikin at, at kvotuparturin hjá Føroyum er søguliga høgur, og ein lutfalsligur partur verður settur av til royndir og menningarkvotur.
- Fyri botnfisk undir Føroyum, onnur fiskirættindi og nýtt tilfeingi, verður skipanin við útboði og atgongd sum í uppskotinum.

2. Tilfeingisgjald:
- Tilfeingisgjald verður sett á tað, ið ikki er í útboði, sum tryggjar, at tey, ið hava atgongd at fiska, gjalda tilfeingisrentuna til landið.

3. Mørk fyri miðsavning (antitrust):
- Markið fyri, hvat einstakar fyritøkur kunnu hava atgongd til av savnaðu føroysku fiskirættindunum, verður sett til 17,5%.
- Harafturat verður antitrustmark sett fyri hesar tríggjar høvuðsfiskiskapir:
- Uppsjóvarfisk: 20%.
- Botnfisk undir Føroyum: 20%.
- Fiskiskap á fjarleiðum: 20%.
- Antitrustmørkini eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri at bjóða upp á stutttíðarrættindi.

4. Uppboðssøla av veiddum fiski:
- 20% av veidda fiskinum skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu til føroysk virkir. Skipanin skal eftirmetast árliga.

5. Royndar- og menningarkvotur:
- Partur av føroysku fiskirættindunum verða settar av til royndar- og menningarkvotur.
- Treytirnar fyri hesum verða lýstar nágreiniliga, alment og gjøgnumskygt og fevna um atlit til virðisøking og til at menna økir í landinum vinnuliga.

6. Kvotuskipan fyri botnfisk undir Føroyum:
- Kvotur verða ásettar fyri tosk, hýsu og upsa sambært uppskotinum.
- Onnur fiskasløg verða ásett við kvotu eftir tí, ið varð fiskað seinasta fiskiár.
- Tá ið stovnsmetingar og umsitingarætlanir eru gjørdar, skulu tær fylgjast.
- Tryggjað verður, at umrokningar frá fiskidøgum til kvotur eru so rættvísar sum gjørligt í mun til tey vinnurekandi, at atlit verða tikin at serligum umstøðum, og at tillagingin kann fara fram smidliga.

7. Staðfestingar:
- Aðrar meginreglur vera sum í uppskotinum og ætlanum fyri nýskipanina, harundir:
- Ásetingar um stovnsrøkt og umsitingarætlanir.
- Ásetingar um manningarviðurskifti, har sáttmálarnir hjá føroyskum manningarfeløgum skulu fylgjast, manning skal gjalda skatt í Føroyum og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi.
- Ásetingar um útlendskan ognarskap, ið skal minkast burtur eftir fýra árum.
- Ásetingar um, at alt av fiskinum skal takast til lands við eini tillagingartíð á 4 ár.
- Ásetingar um 8-ára gildistíð á loyvum við árligari eftirmeting.
- Ásetingar um brúksskyldu, krøv um at landa fisk í Føroyum v.m.

8. Eftirlit og nágreiningar:
- Eftirlitið – bæði á sjógvi og á landi verður styrkt munandi – harundir við allari landing bæði innlendis og uttanlands og við útblaking á sjógvi.
- Møguligt góðskueftirlit verður knýtt saman við hesum.
- Fyri veiði, ið er uttanfyri kvotu, og sum skal avreiðast, verður tryggjað, at manningin hevur fyrimun av at taka alla veiði til lands.
- Krøvini verða styrkt um, at til tess at taka lut og bjóða seg fram, skal ein hava búð og goldið skatt í Føroyum í ávíst tíðarskeið.
- Nágreiningar verða gjørdar, ið skulu forða fyri møguligum proformaskipanum við skipum og manning.

Lógaruppskotið verður nú tillagað og eftirkannað sambært hesi semju og lagt fyri Løgtingið í komandi viku.
Nærri kunning fæst við at venda sær til landsstýrismannin í fiskivinnumálum.

Í Tinganesi, 2. mai 2017

Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Aksel V. Johannesen
Løgmaður

Poul Michelsen
Landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650