Hótta við dagbótum

Hótta við dagbótum
Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið fara nú at stevna Mentamálaráðnum og Innlendismálaráðnum í einum máli um kærumyndugleika
 
15.05.2017 - 12:26

Samstundis verður Kommunala eftirlitið biðið um at bíða við dagbótunum, sum býráðslimirnar í Havn skuldu fáa frá í dag at rokna.

Í Innlendismálaráðnum viðgera tey í løtuni brævið frá advokatinum hjá kommununum, sum tey fingu i morgun.

300 krónur í bót um dagin

Skal ósemjan millum Tórshavnar kommunu og Mentamálaráðið um kærumyndugleikan í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini loysast má hon í rættin. 

Tað sigur advokaturin hjá Tórshavnar kommunu og umboðið hjá Kommunufelagnum í brævi til Innlendismálaráðið í gjár.

Innlendismálaráðið hevur hótt við at geva øllum býráðslimunum í Havn 300 krónur um dagin í bót frá í dag at rokna. Dagbótin verður givin, tí kommunan vil ikki geva Mentamálaráðnum skjølini í tveimum uppsagnarmálum.

Málið má leggjast fyri dómsvaldið

Kommunufelagið hevur áður víst á, at málið kann bara loysast antin við at broyta dagstovnalógina ella við at fara í rættin við tí.

Frá Mentamálaráðnum hava Tórshavnar kommuna og Kommunufelagið fingið greitt at vita, at Mentamálaráðið ætlar ikki at broyta dagstovnalógina. 

Niðurstøðan er tí, sigur advokaturin, at skal tulkingarósemjan loysast, er neyðugt at leggja málið fyri dómsvaldið. Tórshavnar kommuna er tí, saman við Kommunufelagnum, í løtuni í ferð við at fyrireika rættarmál.

Advokatur: Óhóskandi at geva dagbøtur

Mentamálaráðið verður kravt at viðurkenna, at Tórshavnar kommuna ikki er ein undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum, skilt á tann hátt, at kærumyndugleikin sambært dagstovnalógini ikki fevnir um setanarrættarligar spurningar og fakrættarligar reglur.

Kommunufelagið er við, tí tað vil hesa tulkingarósemju endaliga avgreidda, so kommunurnar greitt vita, hvussu reglurnar eru skipaðar fyri tær sum arbeiðsgevarar. 

Advokaturin sigur í brævinum til Innlendismálaráðið, at tað er bæði óheppið og óhóskandi, at Kommunala eftirlitið ætlar at geva øllum 13 býráðslimum í Havn dagbøtur, nú málið fer í rættin.

Innlendismálaráðið viðger nú bræv

Víst verður til ein dóm, har eftirlitismyndugleikin gav eina freist upp á seks vikur at lata inn stevning, og boðaði samstundis frá, at eitt rættarmál hevði steðgandi virknað fyri álagdar dagbøtur til ein endalig avgerð var tikin í rættarmálinum. 
 
Vísandi til hesa siðvenju, verður heitt á Heilsu- og Innlendismálaráðið at geva Tórshavnar kommunu eina freist upp á seks vikur at lata inn stevning móti Mentamálaráðnum og Heilsu- og Innlendismálaráðnum við kravi um, at ráðini viðurkenna tulkingina hjá kommununi og Kommunufelagnum.

SÍ EISINI Kommunufelagið hóttir við rættarmáli

Samstundis skal ráðið viðurkenna, at eitt rættarmál hevur steðgandi virknað viðvíkjandi dagbótum til dómsvaldið hevur tikið endaliga avgerð.

Turid Arge, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum, sigur, at har viðgera tey nú brævið frá Tórshavnar kommunu og Kommunufelagnum, og, um tey skulu bíða við dagbótunum til dómsvaldið hevur talað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107