Nógvar atfinningar um byggingina

Nógvar atfinningar um byggingina
Ivi er um, hvør veruliga hevur ábyrgdina av hvørjum. Løgtingsgrannskoðarnir eru komnir upp í málið um Glasir
Samskiftið millum teirra, sum varða av Glasi, er ikki í lagi. Ábyrgdarbýtið er fløkt, og ivi er um, hvør veruliga hevur ábyrgdina av hvørjum
 
17.05.2017 - 08:07

Samskiftið millum teirra, sum varða av Glasi, er ikki í lagi. Ábyrgdarbýtið er fløkt, og ivi er um, hvør veruliga hevur ábyrgdina av hvørjum. 

Kunningin, sum Løgtingið hevur fingið um byggingina í Marknagili, er komin ov seint og hevur ikki altíð verið dagførd. Løgtingsgrannskoðarnir eru komnir upp í málið um Glasir.

Nógvar atfinningar í uppriti

Løgtingsgrannskoðararnir bóðu Landsgrannskoðanina um eitt upprit, sum teir fingu síðst í januar. Og í gjár sendu løgtingsgrannskoðararnir Løgtinginum uppritið saman víð sínum egnu viðmerkingum.

Drúgva uppritið hjá Landsgrannskoðanini er um játtanar- og útreiðslugongdina hjá Skúladeplinum við Marknagil, sum nú eitur Glasir. Nógvar atfinningar eru í uppritinum. 

Løgtingsgrannskoðararnir sendu fyrst í februar uppritið til landsstýrisfólkini í samferðslumálum, sum varðar av Landsverki, fíggjarmálum og mentamálum og fekk viðmerkingar frá teimum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858