Trump steðgaði umstríddari kanning

Trump steðgaði umstríddari kanning
Amerikanski forsetin, Donald Trump, bað fyrrverandi FBI-ovastan um at steðga við at kanna um Russland hevði nakað við forsetavalið í fjør at gera
Amerikanski forsetin, Donald Trump, bað fyrrverandi FBI-ovastan, James Comey, um at steðga við at kanna fyrrverandi Trump-ráðgavan, Michael Flynn
 
17.05.2017 - 09:43

Amerikanski forsetin, Donald Trump, bað fyrrverandi FBI-ovastan, James Comey, um at steðga við at kanna fyrrverandi Trump-ráðgavan, Michael Flynn. Tað skriva fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú New York Times. 

Flynn varð koyrdur úr starvinum sum trygdarráðgevi. Millum annað tí, at hann segðist at hava serliga tøtt sambond við Russland og at hann hevði givið villleiðandi upplýsingar um fundir, hann hevði havt við russisk sendifólk.

Á einum fundi millum FBI-ovastan og amerikanska forsetan dagin eftir, at Flynn varð sagdur úr starvi, skal Trump hava sagt við Comey, at hann vónaði, at Comey kundi síggja burtur frá hesum - altso tætta sambandinum, sum var millum Flynn og Russland.

SÍ EISINI FBI-gølan heldur fram

Tað hevur Comey sjálvur skrivað í einum uppriti eftir fundin við Trump. Hetta upprit er, sambært New York Times, bara eitt av mongum, sum Comey hevur skrivað, ið vísa, at hann sum FBI-ovasti var undir trýsti av amerikanska forsetanum.

Trump hevur fyri kortum sagt Comey úr starvi. Tað tulka fleiri sum at forsetin roynir at leggja fótonglar fyri FBI, sum kannar um Trump-legan arbeiddi saman við Russlandi undan forsetavalinum í november í fjør.

Tað, sum sagt verður frá fundinum millum Trump og Comey, er ikki satt, stendur í tíðindaskrivi úr Hvítu húsunum. FBI hevur higartil ikki gjørt nakrar viðmerkingar til málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964