Loysa ivamál um Hoyvíkssáttmála í august

Loysa ivamál um Hoyvíkssáttmála í august
Íslendski uttanríkisráðharrin hevur vitjað í Føroyum saman við íslendska forsetanum
Hoyvíkssáttmálin var á skránni, tá Poul Michelsen og Høgni Hoydal, landsstýrismenn, høvdu fund við íslendska uttanríkisráðharrin, Guðlaug Þór Þórðarson, í gjár
Mynd: tinganes.fo  
 
19.05.2017 - 08:54

Ivamálini um Hoyvíkssáttmálan millum Føroyar og Ísland skulu loysast í august.

Tað er fráboðanin eftir ein fund í Havn mikudagin millum landsstýrismenninar Poul Michelsen og Høgna Hoydal og íslendska uttanríkisráðharran, Guðlaug Þór Þórðarson.

Hoyvíkssáttmálin er fríhandilssáttmáli, sum Føroyar og Ísland gjørdu í 2006.

Í Føroyum er misnøgd við sáttmálan, tí føroyingar halda seg fáa ov lítið burtur úr honum.

Endurskoða sáttmálan

Í fjør varð avgjørt at endurskoða sáttmálan.

Føroyar hava leingi viljað útflutt heilivág til Íslands, men tað hevur ikki borið til higartil.

Ísland er í EBS-samstarvinum millum ES og EFTA, og kann tí ikki innflyta heilivág ella aðrar apoteksvørur úr Føroyum, segði Guðlaugur Þór Þórðarson, uttanríkisráðharri, umborð á Brimli í gjár:

Ráðharrin vónar, at Føroyar fara at kunna útflyta heilivág til Íslands, tí tað er tað rætta.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860