Gjaldskipan trupla byrjan

Gjaldskipan trupla byrjan
Skipanin, við at krevja pening frá fólki, sum fara til Mykines, riggar sum heild ov illa. Tað ásanna hagastýrisformaður og umboð fyri ferðavinnuna
Skipanin, við at krevja pening frá ferðafólki í Mykinesi, riggar enn ov illa. Næsta summar verður vónandi frægari, vónar hagastýrisformaður
 
22.05.2017 - 18:04

Hagastýrini í Mykinesi eru, umvegis ferðsaskrivstovur, farin undir at krevja pengar inn frá fólki, sum fara túrar til Mykines. Men enn riggar gjaldskipanin sum heild ov illa. 

Tað ásannar Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum. Tað halda eisini fleiri ferðaskrivstovur; millum annað GreenGate Incoming, ið selur bólkatúrar til Mykines.

SÍ EISINI Fer at kosta at ganga í Mykinesi

Ferðaskrivstovurnar í Føroyum hava fingið skriv frá hagastýrunum í Mykinesi, har heitt verður á ferðaskrivstovurnar um at krevja 100 krónur eyka frá ferðafólkum, sum keypa bólkatúrar út í Mykines, og at flyta pengarnar á konto hjá hagastýrunum.

Og tað royna ferðaskrivstovurnar nú at gera eftir førimuni. Hilda Thomsen, ið selur bólkatúrar til Mykines hjá Greengate, heldur tó, at sum nú er eru fleiri trpulleikar hjá ferðaskrivstovum at krevja pengar inn.

Arbeiða við eini aðrari skipan

Millum annað ber illa til at krevja 100 krónur eyka inn frá ferðafólki, sum hava bílagt túrin langt frammanundan.

Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum, ásannar, at gjaldskipanin ikki riggar nóg væl enn. Tí til ber ikki at krevja pengar inn frá einstaklingum, sum koma til Mykines við Jósupi ella tyrluni.

Tað vil siga, at sum nú er standa fólk ikki og krevja pengar frá einstaklingum, sum koma út í oynna við Jósupi ella tyrluni. Men hagastýrini arbeiða við at gera eina skipan, har ferðafólkini rinda umborð á bátinum ella tyrluni.

Betri vónir til næsta summar

Hjá GreenGate halda tey, at tað er ein góð loysn, at ferðaskrivstovurnar sleppa undan at krevja pengar inn, men at ferðafólkini til dømis rinda umborð á Jósupi.

Tað hevði eisini loyst ein annan stóran trupuleika, sum er, at gjaldskipanin er kappingaravleiðandi. Tí fleiri útlendskar ferðaskrivstovur gera eisini túrar til Mykines, og tey hava ikki fingið boðini um at krevja 100 krónur eyka inn.

Eddie Lauritsen, ein av teimum fýra hagastýrisformonnunum í Mykinesi, sigur, at gjaldskipanin og ætlanin um, at allir túrar út í Hólmin skulu verða við ferðaleiðara, vónandi eru komin í rætt lag næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010