Hann bleiv 89 ár: Roger Moore deyður

Hann bleiv 89 ár: Roger Moore deyður
Roger Moore, ið hevur spælt leiklutin sum James Bond, er deyður, váttar familjan
Roger Moore, ið spældi James Bond í sjey filmum, er deyður, 89 ára gamal
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
23.05.2017 - 14:34

Bretski sjónleikarin, Sir Roger Moore, sum spældi leiklutin sum loyniligi agenturin, James Bond - Agent 007, í til samans sjey filmum er deyður, 89 ára gamal.

Tað skrivar familjan hjá Roger Moore í almennari fráboðan á Twitter. Sir Roger Moore doyði eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, sigur familjan hjá Moore.

Greinin heldur fram niðanfyri

- Tað er við tungum hjørtum, at vit mugu kunngera, at pápi okkara, Sir Roger Moore, doyði eftir stutta sjúkralegu við krabbameini, skrivar familjan millum annað í fráboðanini.

Sir Roger Moore spældi leiklutin sum James Bond - Agent 007 í til samans sjey filmum frá 1973-1985. Fyrsti filmurin í røðini var Live and Let Die, tann síðsti A View to a Kill.

SÍ EISINI Sí samandráttin: 007-yrkisleiðin hjá Roger Moore

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040