Flyting kostar Setrinum 10 milliónir

Flyting kostar Setrinum 10 milliónir
Tað fer at kosta 10 milliónir krónur, at innrætta Sjóvinnnuhúsið, so Fróðskaparsetrið kann flyta inn. Leigan verður 4,57 milliónir krónur um árið
Tað fer at kosta 10 milliónir at flyta virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn
Mynd: Samansettar myndir/KvF  
 
24.05.2017 - 12:25

Peningurin skal takast av kontoini, ið skuldi nýtast til at fyrireika nýtt kampus. Tað váttar Sigurð í Jákupsstovu, rektari á Fróðskaparsetrinum, fyri útvarpinum.

Neyðugt er at inrætta bygningin, so hann kann nýtast til fróðskaparsetur, nú ætlanin er, at Sjúkrarøktarfrøðideildin og Náttúruvísindadeildin á setrinum skulu flytast í Sjóvinnuhúsið á Vestaru bryggju í Havn.

Fyri á býráðsfundi í gjárkvøldið

Leigusáttmálin millum Tórshavnar kommunu og Fróðskaparsetrið og Mentamálaráðið var fyri á býráðsfundi hjá Tórshavnar býráði týskvøldið. Í fundarskránni stendur:

"Setrið skal standa fyri tillagingum á 2, 4 og 5 hædd í Sjóvinnuhúsinum, og Tórshavnar havn skal standa fyri at gera fyrilestrarsalin í siloini lidnan."

Leigusáttmálin er ikki undirskrivaður enn, men í fundarskránni stendur, at samlaða leigan, tá liðugt er at flyta inn, verður góðar 4.573.000 krónur um árið, slakar 381.000 um mánaðin

SÍ EISINI Starvsfólk: Flyting verður vanlukkulig

Hesir pengarnir skulu millum annað takast frá kontuni, sum skuldi nýtast til at fyrireika nýtt kampus. Á henni eru settar átta milliónir krónir av í ár og 10 milliónir næsta ár. 

Til hevur ikki borið hjá útvarpinum at fingið innlit í leigusáttmálan. Tí er ikki greitt, hvussu leingi Setrið ætlar at leiga Sjóvinnuhúsið, men um Setrið leigar Sjóvinnuhbúsið í 10 ár, verður kostnaðurin til samans 55 milliónir krónur.

Hetta halda Náttúruvísindadeildin, og Sjúkrarøktarfrøðideildin, sum hava mótmælt, at deildirnar skulu flyta í Sjóvinnuhúsið, er ein óneyðuga dýr loysn. 

SÍ EISINI Næmingar og starvsfólk eru ónøgd við Sjóvinnuhúsið

Tey mæla í skrivi til stýrið fyri Fróðskaparsetrið til eina loysn, sum sambært teimum er 42 milliónir krónur bíligari. Og tað er at byggja eina undirvísingarlon á Frælsisvøllin fyri umleið 10-12 milliónir krónur.

Haraftrat mæla tey til ókeypis at yvirtaka undirvísingarlonina í Hoydølum, sum Mentamálaráðið eigur, tá miðnámsskúlanæmingarnir eru fluttir niðan á Marknagil. Við báðum lonunum kunnu 32 høli fáast til vega fyri 13 milliónir krónur samanlagt, meta tey í skrivinum. 

Í juni 2016 fekk Rigmor Dam, landssstýriskvinna í mentamálum handað álit um millum annað nýtt kampus. Tá varð lagt upp til, at Fróðskaparsetrið skuldi vera á Frælsinum, Nóatún og Debesartrøð. 

Mæla til bíligar fyribilsloysnir

I einum øðrum skrivi, útvarpið hevur fingið innlit í, frá fundi á Náttúruvísindadeildini tann 10. mai um flytingina í Sjóvinnuhúsið, vísir starvsfólk á deildini á, at tað hevur týdning at finna eina so bíliga fyribilsloysn sum gjørligt til eitt nýtt kampus stendur klárt, tí sparingar longu hava verið framdar á Setrinum.

Í skrivinum stendur:

"Í staðin fyri nevndu bíligu hølismøguleikarnar, so hevur leiðslan á Fróðskaparsetri Føroya saman við Mentamálaráðnum læst seg fæstan í eina dýra og vánaliga loysn, nevniliga Sjóvinnuhúsið."

Víðari stendur:

"Henda kostnaðarmikla raðfesting er ikki løtt at skilja, tá upphæddir til leysalærarlønir og próvtøkur í Havlívfrøði, Mýlalívsvísindi, Vistfrøði, Orkuverkfrøði og KTverkfrøði hava verið og verða skerdar í ólukkumát. Ja so nógv, at útbúgvingarnar við vissu verða dygdarlækkaðar og fráfallið fer at hækka."

SÍ EISINI Fleiri áhugað í at leiga

Náttúruvísindadeildin og Sjúkrarøktarfrøðideildin hava víst á, at hølisviðurksiftini í Sjóvinnuhúsinum eru ikki hóskandi til hesar útbúgvginar. Eitt nú er ikki møguleiki fyri at innrætta smærri skrivstovur - sonevndar einsærisskrivsstovur - og pláss er ikki er fyri virkisstovu í lívfrøði. 

Á Náttúruvísindadeildini ásanna tey tó, at hølistrot er á Fróðskaparsetrinum, tí talið av útbúgvingum, studentum og starvsfólki er vaksið tey síðstu árini.

Vísa á stórt hølistrot

Hinar deildirnar á Fróðskaparsetrinum, sum útvarpið hevur tosað við, vísa á, at stórt hølistrot er á Setrinum. Setrið húsast í 10 ymiskum bygningum í løtuni. Tí er neyðugt at finna eina loysn uppá hølistrupulleikarnar. Men Náttúruvísindadeildin heldur ikki, at allir møguleikar eru troyttir.

Í skrivinum frá fundinum á Náttúruvísindadeildini verður eisini skotið upp, at maritimu stovnarnir, Havstovan og Vinnuháskúlin, kundu verðið spurdir, um teir vildu farið oman í Sjóvinnuhúsið, so Fróðskaparsetrið kundi flutt inn, har teir húsast.

"Henda flyting, um framd í verki, hevði verið savnandi og mennandi fyri Fróðskaparseturlandsins eins og fyri maritimu útbúgvingarnar og virksemi tjóðarinnar," stendur í fundarskrivinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981