Skipari: Vit hava einki ólógligt gjørt

Skipari: Vit hava einki ólógligt gjørt
Manningarnar á hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, bíða framvegis eftir at fáa boð um at møta í rættinum
Manningarnar á hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, bíða framvegis eftir at fáa boð um at møta í rættinum, eftir at skipini vórðu tikin vestan fyri Mykines í gjár
Mynd: KvF/Beinta Løwe  
 
06.06.2017 - 10:29

Manningarnar á hvalbiartrolarunum, Breiðanesi og Hamranesi, bíða framvegis eftir at fáa boð um at møta í rættinum, eftir at skipini vórðu tikin vestan fyri Mykines í gjár.

Teir fiskaðu ikki innan fyri í stongda kassanum, og tí velja teir at lata rættin avgera málið, sigur skiparin á Hamranesi, John Martin Poulsen.

Tað var tá teir hálaðu í gjáramorgunin, at skjóttgangadi báturin hjá Brimli kom til teirra, meðan trolið var í vatnskorpuni. Teir vóru í ferð við at hála, og bara annað skipið var fast í trolinum.

Halda seg ikki hava fiskað á stongdari leið

Tað vísti seg, at skipið varð rikið inn í stongda kassan, meðan teir hálaðu, men talan var ikki um at fiska í stongda kassanum, sigur skiparin á Hamranesi.

Dýpið í kassanum er um 100 favnar. Eingi tól vístu skipini í stongda kassanum, men uttan fyri kassan, hava teir eisini fingið at vita frá manningini á Brimli.

- Vit hava ikki gjørt nakað ólógligt, og tí má rætturin taka støðu til málið, sigur John Martin Poulsen, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.

SÍ EISINI Skiparar nokta seg sekar

Teir noktaðu seg sekar alt fyri eitt, og av tí sama hava teir heldur ikki fingið nakað uppskot um bót, tí málið fer beinleiðis í rættin.

Brimil tók trolararnir vestur úr Mykinesi í gjáramorgunin, tí teir søgdu teir fiska á eini stongdari leið. Skipini fingu boð um at fylgja við til Havnar, og hagar komu tey beint eftir døgurða í gjár.

Politiið hevur avhoyrt fólk umborð á trolarunum og metingarmenn hava gjørt veiðu og reiðskap upp. Nú verður bíðað eftir rættarmálinum, og tað er framvegis ikki greitt, nær tað verður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424