Bretar velja nýtt tjóðarting

Bretar velja nýtt tjóðarting
Val er í Bretlandi í dag, fleiri enn 40.000 valstøð lótu upp klokkan sjey. Til samans skulu 650 parlamentslimir veljast í bretska tjóðartingið
 
08.06.2017 - 08:06

Fyri at hava meiriluta í tinginum, skal ein flokkur hava 326 parlamentslimir. Talan er um eitt rættiliga óvanligt val. Hetta er val í úrtíð, sum er beinleiðis avleiðing av fólkaatkvøðuni í fjør, tá ið bretar atkvøddu fyri at fara úr ES.

Val skuldi annars ikki vera aftur fyrr enn í 2020, men bretski forsætisráðharrin Theresa May skrivaði út nýval í apríl, tí hon vildi hava sterkari heimild at samráðast við ES um, hvussu bretski limaskapurin í ES skal sigast upp.

SÍ EISINI Bretski forsætisráðharrin vil hava nýval

Theresa May var heldur ikki forsætisráðharri, hvørki við seinasta tjóðartingsval í 2015 ella við fólkaatkvøðuna í 2016, og tí var tað, at hon skrivaði út nýval eisini tulka sum ein roynd at styrkja sína egnu støðu sum nýggjur forsætisráðharri.

Konservativi flokkurin hevur ligið rættiliga langt frammanfyri nærmasta kappingarneytan Labour við Jeremy Corbyn á odda alt valstríðið. Í apríl var munurin 20 prosentstig, men hann er nú minkaður niður í sjey prosentstig.

Úrslitið greitt seinnapartin fríggjadagin

Konservativi flokkurin hevur sum heild havt eitt vánaligt valstríð. Tað segði Sólvit Nolsø, stjórnmálafrøðingur, í sendingini, Radarin, mikudagin.

Teir konservativu fara væntandi at vinna, men aktiva valstríðið hjá Jeremy Corbyn kann fara at gera, at Theresa May ikki fær tann trivaliga meirilutan í tjóðartinginum, sum hon sá fyri sær í apríl mánaða.

Næstan 50 milliónir fólk í Bretlandi hava valrætt. Uppteljingin byrjar, tá ið valstøðini lata aftur klokkan 22 í kvøld. Endaliga úrslitið av parlamentsvalinum verður væntandi greitt seinnapartin í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558