Komnar víðari úr EM-undankapping

Komnar víðari úr EM-undankapping
Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti hevur spælt seg víðari úr innleiðandi EM-undankapping
Mynd: hsf  
 
11.06.2017 - 15:28

Tað bíða fleiri altjóða avbjóðingar, tí Føroyar hava í dag spælt seg víðari til endaligu EM-undankappingina.

Føroyar vunnu 20-17 í avgerandi dystinum móti Finnlandi. Støðan í hálvleikinum var 8-5 til Føroyar.

Tað var tó Finnland, ið kom betri frá byrjan, men miðskeiðis í fyrra hálvleiki løgdu Føroyar seg á odda, og tann leiðslan helt sær.

Føroyar-Finnland 20-17 (8-5)

Anna Brimnes 6 mál
Marjun F. Danbeg 4 mál
Kristianna H. Joensen 3 mál
Siw Matras Larsen 2 mál
Daniella Joensen 1 mál
Bára K. Hansen 1 mál
Turið Arge 1 mál
Nina Johansen 1 mál
Tóra Eliasen 1 mál

Føroyar vunnu eisini í gjár, tá var tað ein 25-24 sigur á Grikkalandi.

Báðir sigrarnir hava við sær, at Føroyar hava spælt seg víðari.

Tað er longu greitt, at Føroyar koma í bólk saman við Svøríki, Makedonia og Serbia í komandi EM-undankappingini

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112