Óvist hvussu drúgvar kanningarnar verða

Óvist hvussu drúgvar kanningarnar verða
Løgreglan í Føroyum bíðar í løtuni eftir serfrøðingum úr Danmark, ið skulu kanna orsøkina til eldsbrunan á Varðanum Pelagic fríggjadagin
Serfrøðingar úr Danmark skulu nú kanna orsøkina til eldsbrunan í Varðanum Pelagic. Óvist er, hvussu drúgt kanningararbeiðið verður
 
12.06.2017 - 09:58

Løgreglan í Føroyum fer í dag at tosa við donsku løgregluna um at fáa eitt kanningarlið til Føroya, at kanna eldsbrunan í Varðanum Pelagic á Tvøroyri.

Ætlanin er at fáa fólk frá kriminalteknisku deildini hjá donsku løgregluni og fólk frá Dansk brand- og sikringsteknisk institut at kanna orsøkirnar til eldsbrunan.

Á Dansk brand- og sikringteknisk instit eru tey millum annað serfrøðingar í at kanna el-skipanir í bygningum.

Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini, sigur, at vónandi fer at bera til at fáa kanningarliðið til Føroya sum skjótast. Løgreglan veit enn ikki at siga, hvussu langa tíð kanningarnar fara at taka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891