Jóansøkan verður á Tvøroyri, men...

Jóansøkan verður á Tvøroyri, men...
...kappróðurin verður kanska í Vági í ár
Kappróðurin á jóansøkuni skal í ár kanska rógvast í Vági, hóast jóansøkan í ár verður á Tvøroyri. Orsøkin er trygdin á havnarlagnum eftir eldsbrunan á Varðanum Pelagic
 
13.06.2017 - 13:48

Tað er ikki óhugsandi, at eldsbrunin á Varðanum Pelagic á Tvøroyri eisini fer at merkjast hjá jóansøkugestum og rógvarum um hálvaaðru viku.

Danska kanningarliðið, ið er á veg til Føroya at kanna eldsbrunan á Varðanum Pelagic, skal í vikuni fáa greiði á, um tað er ráðiligt at kappróðurin verður á Tvøroyri.

Jóansøkan verður í ár á Tvøroyri. Men verður tað ikki hildið at vera ráðiligt, tí bygningurin stendur til at rapa, verður neyðugt at flyta ein part av jóansøkuni til Vágs.

Verður niðurstøðan, at tað ikki er nóg trygt at brúka havnarlagið á Tvøroyri, skal rógvast kapp í Vági í staðin. Jóansøkan verður leygardagin 24. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087