Fleiri eru væntandi deyð enn fráboðanirnar nú siga

Fleiri eru væntandi deyð enn fráboðanirnar nú siga
74 fólk eru flutt á sjúkrahús, og 20 teirra hava fingið álvarsligan skaða í eldsbrunanum í London.
Í minsta lagi seks fólk eru deyð og 74 fólk eru flutt á sjúkrahús eftir eldsbrunan í Grenfell Tower í vestara parti í London
 
14.06.2017 - 15:35

Í minsta lagi seks fólk eru deyð og 74 fólk eru flutt á sjúkrahús eftir eldsbrunan í Grenfell Tower í vestara parti av London í nátt og í morgun. 20 av teimum, ið liggja á sjúkrahúsi, hava fingið álvarsligan skaða.

Nógv fólk eru bjargað, men leitað verður eisini eftir fólki, og Sadiq Khan, borgarstjóri í London, sigur seg óttast fyri, at eldurin hevur kostað fleiri mannalív.

Bygningurin kann rapa

Eldurin kyknaði trý korter eftir midnátt í gjárkvøldið og 200 sløkkiliðsmenn komu á staðið. Eldurin breiddi seg skjótt og vandi er fyri, at stóra íbúðarhúsið fer at rapa.

Fólk á staðnum siga, at tey hoyrdu neyðarróp, ræðslusligin fólk sóust við vindeyguni, og fleiri lupu út undan eldinum. M.a. eydnaðist tað einum fólki uttan fyri háhúsið at lofta einum smábarni, sum varð tveitt út av 10. hædd.

24 hæddir eru í Grenfell Tower við til samsns 120 íbúðum og har búgva millum 400 og 600 fólk. Blokkurin varð bygdur í 1974 og er nýliga høvuðsumvældur, men bæði undan umvælingini og aftaná hava fólk, ið búgva har, gjørt vart við, at brunatrygdin var ikki í lagi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424