Magni Arge vil í løgtingið

Magni Arge vil í løgtingið
Tjóðveldi fer á fundi í morgin at taka støðu til, hvat skal gerast, nú Magni Arge ikki sleppur í farloyvi úr Fólkatinginum
 
17.06.2017 - 19:20

Magni Arge vil sleppa at taka sæti í løgtinginum, har hann er valdur inn, men hann fær ikki farloyvi í Fólkatinginum. 

Magni Arge er varamaður fyri Høgna Hoydal í Fólkatinginum, men er sjálvur valdur í løgtingið. Av tí at hann er varamaður kann hann ikki fara í farloyvi frá Fólkatinginum meira enn einaferð, og tinglimir fyri Tjóðveldi kunnu ikki hava fleiri tingsessir samstundis. 

- Eg kenni tað sum mína skyldu at taka við í løgtinginum, tí tað er har eg eri valdur inn, sigur Magni Arge og ásannar, at støðan á ein ella annan hátt fer at enda við, at hann tekur sæti í løgtinginum aftur. 

Tað merkir, at tað eru tveir møguleikar. Antin má hann velja annan sessin permanent, ella má flokkurin loyva honum eina meira fleksibla loysn, har hann kann vera bæði støð, sigur Magni Arge.

Í so fall má flokkurin fara burtur frá regluni um, at tinglimir, sum eru valdir fyri Tjóðveldi ikki kunnu hava fleiri sessir í senn. 

Velur Magni Arge løgtingið, sleppur hann ikki at vera varamaður fyri Høgna Hoydal aftur, og Tjóðveldi má finna eitt annað varafólk fyri Høgna Hoydal.

Ein onnur, minni sannlíkt loysn er, at Høgni Hoydal sigur Fólkatingssessin frá sær, so Magni Arge kann fara í farloyvi og taka sæti í løgtinginum, tá hann er í farloyvi í Fólkatinginum.  

Magni Arge sigur, at hann var ikki greiður yvir, at hann sum varamaður ikki kundi fara í farloyvi frá Fólkatinginum fleiri ferðir, og tað var flokkurin heldur ikki. Tí má okkurt gerast nú, tí støðan er ikki haldbar, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. desember
Morgunlestur leygardagur 6.desember 2025
200251
Fríggjadag 5. desember
Vikuskiftið 5 des 2025
201100
Fríggjadag 5. desember
LEITISSTEIN 05.12.2025 (Steintór Rasmussen)
201090
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Veðrið
201099
Fríggjadag 5. desember
HM25: Montenegro - Týskland
201067
Fríggjadag 5. desember
HM25: ísland - Spania
201066
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039