- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ólógliga sølan heldur fram
Ætlar tú tær á Voxbotn um vikuskiftið, og hevur tú ikki longu keypt atgongumerki, mást tú djúpt niður í lumman. So djúpt, at tú kanst gerast partur av ólógligum keypi og sølu.
Nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 verða í løtuni seld á Facebook. Verða atgongumerkini seld fyri meira, enn tey upprunaliga vórðu keypt fyri, er tað ólógligt og revsivert.
Løgreglan hevur undanfarin ár eisini viðgjørt fleiri mál, har fólk hava boðað frá ólógligari atgongumerkjasølu, eitt nú til Voxbotn, í til dømis Rótikassanum á Facebook.
Greinin heldur fram niðanfyri
Nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 verða í løtuni seld á Facebook. Her ein lýsing í Rótikassanum
Politimálini frá undanfarnum árum um ólógliga sølu, við vinningi fyri eygað, rína eftir øllum at døma ikki við hjá fólki ið ætla sær á Voxbotn í ár - hvørki hjá seljarum ella hjá keyparum.
Í løtuni eru nógv atgongumerki til Voxbotn 2017 til sølu á Rótikassanum, har fólk, ið ikki hava fingið atgongumerki til Voxbotn, bjóða um kapp fyri at tryggja sær atgongumerki til tiltakið.
Fólk, ið keypa atgongumerki á ebillett.fo, verða ávarað frammanundan. Verða atgongumerki seld víðari fyri meira, enn tey kostaðu, verður hetta meldað til løgregluna, stendur á ebillett.fo.