Kostaði 90.000 at søkja eftir stjóra

Kostaði 90.000 at søkja eftir stjóra
Ein uttanhýsis ráðgevi varð fingin at lýsa starvið leyst og seta stjórastarvið í Landsbankanum, ið varð sett herfyri
Tað kostaði landskassanum 90.500 krónur umframt meirvirðisgjald at søkja eftir stjóra til Landsbankan
 
21.06.2017 - 08:16

Tað kostaði landskassanum 90.500 krónur umframt meirvirðisgjald at søkja eftir stjóra til Landsbankan. Ein uttanhýsis ráðgevi varð fingin at lýsa starvið leyst og seta tað.

Ráðgevin lýsti stjóraprofilin, gjørdi og setti upp starvslýsingina, lýsti í miðlunum, kannaði umsøkjarnar og setti starvið. Tað kostaði 90.500 krónur.

Í svari til Bjørn Kalsø, løgtingsmann, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at Landsbankin hevur upplýst, at nevnd bankans hevur nýtt konsulent við drúgvum royndum í starvsseting til stjórasetanina. 

Konsulentarbeiðið fevndi um at lýsa stjóraprofilin, gera og uppseta starvslýsingina, lýsingarpláss í miðlunum, test av umsøkjarum og sjálva setanina. Fimm umsøkjarar vóru til starvið. 

303.000 krónur útgoldnar í samsýningum

Ráðgevarafyritøkan Metis í Havn søkti eftir stjóra til Landsbankan. Bjørn Kalsø spurdi eisini um nevndarsamsýningina í Landsbankanum.

Nevndin hevur fram til mai fingið 303.000 krónur í samsýning, svarar landsstýriskvinnan. Bjørn Kalsø spurdi eisini, hvørjar útreiðslur higartil hava staðist av at endurstovna Landsbankan.

Bara eittans tal er í svarinum hjá Kristinu Háfoss, 134.000 krónur til fakskipanir og flyting. Seks fólk vórðu sett í starv í Landsbankanum 1. januar í ár, fýra komu úr Gjaldstovuni og tvey úr Hagstovuni.

Lønirnar fluttu við teimum haðani. Fyribils stjórin fekk harafturat mánaðarligt ískoyti frá januar til mai fyri at røkja fyribilsstjórastarvið. Í svarinum stendur ikki, hvussu nógv tað var.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672
Fríggjadag 12. apríl
Veðrið
173628