Ognarskapurin á høgum politiskum stigi

bannari
Ognarskapurin á høgum politiskum stigi
Uppskotið um, at allur útlendskur ognarskapur í føroysku fiskivinnuni skal burtur innan fýra ár, er blivið mál á hægsta politiska stigið í Hollandi
 
27.06.2017 - 11:29

Ásetingin í uppskotinum um fiskivinnunýskipan, at allur útlendskur ognarskapur í føroysku fiskivinnuni skal burtur innan fýra ár, hevur fingið telefonirnar á Løgmansskrivstovuni at kima.

Hollendingar eiga nógv í JFK í Klaksvík og íslendingar í Framherja, og tað, sum ørkymlar útlendsku eigararnar er hendan ásetingin í uppskotinum um fyrisiting av sjófeingi, sum ljóðar soleiðis:

SÍ EISINI Útlendski ognarskapurin avmarkast

"Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska, skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Ein fýra ára skiftistíð verður ásett fyri útlendskan ognarskap at minkast burtur".

Í skjalayvirliti frá Løgmansskrivstovuni sæst, at málið um at fáa útlendingar úr føroysku fiskivinnuni hevur fingið Mark Rutte, forsætisráðharra í Hollandi, og Gudlaug Thór Thórdarson, uttanríkisráðharra í Íslandi, at ressast við.

Tað byrjar við, at hollendska Búskaparmálaráðið ringir til løgmann fyrst í hesum mánaðinum. Góða viku seinni skrivar Durita í Grótinum, góðskuleiðari í JFK, til løgmansskrivstovuna.

Fleiri fundir hava verið

Nú vil hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, hava prát við løgmann um málið. Hanus Hansen er, umframt at vera stjóri í JFK, eisini hollendskur konsul í Føroyum.

Í skjølunum sæst, at telefonfundur hevur verið í síðstu viku millum Aksel V. Johannesen, løgmann, og Mark Rutte, forsætisráðharra. Eisini hevur fundur verið í síðstu viku millum løgmann, Hanus Hansen, reiðara, og hollendsku eigararnar í JFK, Diek Parlevliet og Niek-Jan van Kesteren.

Íslendski uttanríkisráðharrin hevur eisini verið í sambandi við landsstýrið um ætlanina, at íslendsku eigararnir í Framherja skulu út innan fýra ár frá 1. januar 2018 at rokna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977