Ikki heimild at geva tænastuboð

Ikki heimild at geva tænastuboð
Bispur hevur onga heimild at geva prestunum tænastuboð um at nokta at signa borgarliga vígd. Eitt danskt ritual frá 1938 er enn galdandi
Fólkakirkjan hevur eitt danskt signingarritual frá 1938, og tað ber ikki til hjá bispi at taka tað av - heldur ikki fyribils, sigur Mentamálaráðið
 
29.06.2017 - 13:41

Fólkakirkjan hevur eitt danskt signingarritual frá 1938, og tað ber ikki til hjá bispi at taka tað av - heldur ikki fyribils. Tað sigur Mentamálaráðið.

Bispur hevur onga heimild at geva prestunum tænastuboð um at nokta at signa borgarliga vígd. Tað sigur Mentamálaráðið í skrivi til Jógvan Fríðriksson, biskup.

Jógvan Fríðriksson, bikupur, er í ferð við at leggja seinastu hond á tænastuboð til føroysku prestarnar um ikki at signa borgarliga vígd hjún. Hetta er í sambandi við at broytingarnar í hjúnabandslógini koma í gildi nú leygardagin.

SÍ EISINI Fáa nú tænastuboð

Men biskupur hevur ikki heimild til at geva prestunum tænastuboð um hetta. Tað staðfestir landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, í einum skrivi til biskup, sum Kringvarpið hevur fingið innlit í.

Skrivið hjá landsstýriskvinnuni er svar upp á eina fráboðan frá biskupi um at hann ætlar at geva at geva prestunum tænastuboð um at steðga við signing av borgarliga giftum næsðu tvey árini, meðan kirkjan viðger spurningin. 

Bispur sigur millum annað í brævinum, at tað er ivasamt um danska ritualið frá 1938 um signing av borgarliga vígdum er galdandi í føroysku fólkakirkjuni.

79 ára gamla ritualið enn galdandi

Svarið frá landsstýriskvinnuni er, at danska signingarritualið frá 1938 er galdandi í føroysku fíolkakirkjuni, tí danskt og føroyskt mál eru sambært heimastýrislógini javnsett.

"Og av tí óivasamt er, at danska ritualið er løggilt at galda í Føroyum, ber ikki biskupi til at geva tænastuboð um ikki at nýta tað" skrivar landsstýriskvinnan til biskup.

Hon sigur, at politiska skipanin løggildar ritual í kirkjuni. Og biskupur kann ikki gera nakað, sum í verki merkir at taka eitt løggilt ritual av. Heldur ikki fyribils, slær Rigmor Dam fast í skrivinum til biskup.

Kunnu brúka ritualið, sum tað er løggilt

Biskupur hevur tó ein útveg, men tað er bara um hann vil brúka sum umbering, at tað er óheppið at brúka danskt innan kirkjugátt:

Bispur kann mæla prestunum til at lata vera við at brúka danska ritualið, um hann heldur tað vera óheppið at brúka donsk ritual í dagsins samfelag.

Eina "hirðaliga áheitan", sum landsstýriskvinnan kallar tað. Men óansæð áheitanina er onki til hindurs fyri, at prestar kunnu brúka ritualið júst soleiðis, sum tað er løggilt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 25. desember
Midnáttarmessa úr Mariukirkjuni 2024
185550
Mikudag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
185549
Týsdag 24. desember
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
185542
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 25. desember
Jól við Løkin 1:2
185547
Mikudag 25. desember
Brotið
185554
Mikudag 25. desember
Andakt við Silasi Olofson
185552
Mikudag 25. desember
Gudstænasta úr Havnar kirkju
185555
Mikudag 25. desember
Jól í Narnia
185540

Meira um sama evni