Glasir fleiri pengar

Glasir fleiri pengar
Glasir fær 113,5 milliónir krónur afturat úr landskassanum. Størri parturin skal brúkast til gerðarættarmál
 
04.07.2017 - 09:10

Øll í Fíggjarnevndini uttan Jacob Vestergaard mæla til at lata pengarnar, sum Mentamálaráðið hevur biðið um. Jacob Vestergaard mælir Løgtinginum frá at játta fleiri pengar nú.

Størri parturin, 87 milliónir, skal brúkast í sambandi við garðarrættarmálið millum Landsverk og Sp/f TG Verk og tryggingarfelagið AXA.

Landsverk má leggja út

Vinnur Landsverk tað málið, væntar Mentamálaráðið at fáa flestu pengarnir aftur í landskassan. Men Landsverk noyðist at leggja pengarnar út nú.

Tí annars steðgar byggingin í september. 26,5 milliónir krónur skulu brúkast til flagtekju og undirvísingaramboð til tekniska skúla í Glasi.

Samanumtikið verður Løgtingið nú biðið um 113,5 milliónir afturat til byggingina í Marknagili, so kostnaðurin kemur upp í 636,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur 5.partur
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858