Nógv fangað í Mosul

Nógv fangað í Mosul
Upp ímóti 20.000 fólk eru framvegis fangað í økinum við Mosul í Irak, sum Islamskur Statur hevur ræðið á, upplýsir ST
Upp ímóti 20.000 fólk eru framvegis fangað í økinum við Mosul í Irak. Myndin her er ikki nýggj
 
07.07.2017 - 15:46

Fólkini eru í stórum vanda, sigur samskiparin hjá ST í Irak, Lise Grande. Sivilfólkini sum royna at flýggja úr økinum, verða myrd av IS, sum roynir at forða teimum í at fara úr býnum.

Islamskur Statur hevur framvegis valdið í pørtum av gamla býarpartinum í Mosul, og hildið verður, at 300 hermenn hjá IS eisini eru í økinum.

Mosul tikin um fáar dagar

Irakiski herurin sum í oktober í fjør, setti sær fyri at taka Mosul, roknar nú við, at Mosul verður tikin um fáar dagar.

Iraksku deildirnar fáa hjálp hjá frá kurdiskum og shiamuslimskum deildum, og frá amerikanskum flogførum sum søkja at málum hjá IS.

Islamskur Statur tók Mosul, sum er næststørsti býurin í Irak á sumri í 2014. Stutt eftir boðaði leiðarin fyri IS frá, at býurin skuldi vera høvuðsstaður í kalifatinum, sum Islamskur Statur setti sær fyri at stovna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847