Nýggjar útstykingar á Nesi

Nýggjar útstykingar á Nesi
Nes kommuna hevur samtykt at fara undir tvær nýggjar útstykkingar í bygdini
Fólkatalið í Nes kommunu er vaksið støðugt tey síðstu árini. Nú fer kommunan undir tvær nýggjar útstykkingar
 
08.07.2017 - 16:17

Áhugin hjá fólki, at seta búgv í Nesi í Eysturoynni, er vaksandi. Tí fer kommunan í næstum undir tvær nýggjar útstykkingar í bygdini, skrivar kommunan á heimasíðuni.

Til samans 16 nýggj grundstykki skulu nú stykkjast út tvær staðni í bygdini. Kommunan má fyrst ogna sær jørðina, og síðani verður farið undir at gera eina ætlan fyri útstykkingarnar.

Lutakast verður millum tey, ið hava skrivað seg upp til grundstykkini, tá útstykkingarnar við teimum 16 grundstykkjunum eru endaliga projekteraðar og góðkendar, sigur kommunan.

Máttu lækka prísin

Nes kommuna útstykkjaði 24 nýggj grundstykki í 2008, men tað gekst striltið hjá kommununi at selja tey 24 grundstykkini. So mikið striltið, at prísurin seinni mátti lækkast.

Í 2008 vildi Nes kommuna hava 300.000 krónur fyri tey 24 grundstykkini í bygdini, men lítil og eingin áhugi var fyri grundstykkjunum í bygdini fyri upprunaliga prísin.

Kommunan seldi bara tvey grundstykki frá 2008 til ársenda í 2014. Tí varð avgjørt at lækka prísin niður í 200.000 krónur, og tá vórðu hini 22 grundstykkini í útstykkingini seld skjótt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860