Gevst sum stjóri

Gevst sum stjóri
Súni Schwartz Jacobsen hevur sagt seg úr starvi sum forstjóri í Betri-samtakinum. Nevndarformaðurin er fáorðaður
Súni Schwartz Jacobsen fer frá sum forstjóri í Betri P/f, boðar samtakið frá í tíðindaskrivi
 
13.07.2017 - 10:30

Súni Schwartz Jacobsen, sum hevur verið forstjóri í Betri Banka síðani 2011, hevur í dag fráboðað avvarðandi nevndum í Betri-samtakinum, at hann hevur valt at siga seg úr starvi.

Hetta merkir, at hann samstundis heldur uppat sum forstjóri í Betri P/f og Ognarfelag tryggingartakaranna, boðar Betri-samtakið frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðani.

- Vit hava valt at taka avgerð hansara til eftirtektar, sigur Birgir Nielsen, nevndarformaður í Betri P/f. Hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar til Kringvarpið í løtuni.

Nógva umrøðan hevur ávirkað

- Nógva umrøðan, ið hevur verið um Betri-samtakið síðstu tíðina, gagnar ikki samtakinum. Virðiligasta loysnin er, at nýggjar kreftir taka við, sigur Súni Schwartz Jacobsen.

Súni Schwartz Jacobsen, ið nú hevur sagt seg úr starvi, tók við stjórastarvinum í táverandi Eik Banka eftir Jørn Astrup Hansen, ið var stjóri í bankanum frá 2010 til 2011.

Súni Schwartz Jacobsen tók við stjórastarvinum í Eik Banka í mai 2011. Hann kom tá úr einum starvi í BankNordik sum stjóri og vinnukundaleiðari, ið hann tók við í 2006.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025