Vilja forða oljuleiting í Norra

Vilja forða oljuleiting í Norra
Greenpeace hevur sent skipið, Arctic Sunrise, til Bjarnoynna, har skipið skal forða oljuleiting. Skipið er í løtuni á veg upp við norsku strondini
 
17.07.2017 - 11:17

Servandar russiskar deildir tóku seg umborð á Greenpeace-skipið í 2013, og síðani er skipið umvælt, og er nú á veg aftur til Bjarnoynna. Har skal skipið royna at forða Statoil at bora eftir olju.

Korpfjellbrunnurin er tann norðasti sum er boraður, og hann liggur uttanfyri norskt øki, og har eigur ikki at verða leitað eftir olju, sigur leiðarin hjá Greenpeace í Noreg, Truls Gulowsen.

Skipioð fór fram við Lofoten í gjár á veg til Tromsø, har skal nýggj manning mynstra umborð, áðrenn skipið heldur leiðina fram í Barentshavið, og skipið fer úr Tromsø mikudagin ella hósdagin.

Greenpeace. Fuglalívið kann ávirkast

Statoil er farið undir at bora tveir brunnar, og Greenpeace ætlar at forða felagnum í at bora tríggjar aðrar brunnar.

- Statoil hevur lagt seg eftir at bora brunnarnar so teir sum minst ávirka djóralívið í økinum, Vit hava borað nógvar brunnar í Barentshavinum seinastu árini, og enn hevur einki óhapp verið, sigur ein talsmaður fyri felagið.

Greenpeace vil vera við, at Statoil nú fer at bora nærri Bjarnoynni, og tað kann ávirka fuglalívið í økinum, sigur Greenpeace.

Statoil ongar viðmerkingar

Statoil sigur seg vita av, at Arctic Sunrise er á veg í Barentshavið, men vil ikki gera viðmerkingar til tað. Greenpeace vil heldur ikki gera viðmerkingar til ætlaninar hjá skipinum, men sigur at skipið fer at gera vart við, at tað ikki er rætt at bora í Barentshavinum.

Greenpeace hevur stevnt norska statinum, fyri ikki at hava loyvi at bora í økinum í Barentshavinum. Tí tað skal vera brot á grundlógina. Málið kemur fyri í rættinum 14. november, og Greenpeace finst hvassliga at, at Statoil byrjar at bora, áðrenn sakarmálið er avgreitt.

Statoil vísir á, at sakarmálið er ímillum umhvørvisfelagskapin og statin, meðan felagið hevur fingið loyvi at bora í Barentshavinum, og hevur skyldu at gera eftir loyvinum. Bæði norska løgreglan og norska vaktartænastan siga seg kenna til støðuna, og fara at fylgja gongdini í Barentshavinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444