Skattamálið: Niðurstøðurnar hjá løgfrøðinginum

Skattamálið: Niðurstøðurnar hjá løgfrøðinginum
Her eru niðurstøðurnar hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, í nógv umrødda skattamálinum hjá Eik banka
 
18.07.2017 - 14:00

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum setti 6. mars 2017 Bárð Larsen, adjunkt í løgfrøði, at kanna málsgongdina á TAKS í sambandi við sonevnda skattamálið hjá EIK.

Les og tak niður alla frágreiðingina niðast í greinini

Høvuðsniðurstøðurnar hjá Bárði Larsen eru:

  • at talan var um fyrsta og einasta skattamál av sínum slagi í Føroyum,
  • at TAKS ikki hevur tikið avgerðina í juni 2015 í sonevnda skattamálinum hjá EIK á einum nøktandi grundarlagi, men at málsviðgerðin í seinna parti av málinum hevur verið nøktandi,
  • at TAKS ikki hevur havt greiðar mannagongdir fyri, hvussu stór og trupul mál skulu viðgerast, herundir nær uttanhýsis ráðgeving verður fingin til høldar,
  • at endaliga niðurstøðan hjá TAKS um, at virðið av good-will á 0 kr. var ein niðurstøða, ið rættaði fyrru avgerðina, uttan at gera tað neyðugt at afturkalla ella ógilda fyrru avgerðina,
  • at TAKS átti at hava sent fútanum málið til støðutakan.

Fíggjarmálaráðið staðfestir, at:

  • TAKS nú hevur avgjørt at senda málið til fútan til støðutakan og sostatt hevur rættað fyrru avgerðina.
  • TAKS tók ávís stig til at betra fyrisitingina í seinnu helvt av viðgerðini av skattamálinum hjá EIK.
  • TAKS ikki hevur nøktandi mannagongdir á ávísum økjum. Til tess at styrkja skattafyrisitingina hevur TAKS, frá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, fingið skrivlig boð um at fáa fylgjandi viðurskifti í rættlag í seinasta lagi hálvan september:

Greiðar, skrivligar mannagongdir fyri:

  1. hvørjir málsviðgerar viðgera stór og/ella trupul mál, og nær heitt verður á uttanhýsis serkunnleika,
  2. í hvønn mun leiðsla og stjórn skulu luttaka í málum og møguliga taka prinsipiellar avgerðir,
  3. hvørjar upplýsingar skattgjaldarar skulu lata fyri at geva TAKS eina nøktandi mynd av málinum,
  4. nær TAKS sendir fútanum mál til støðutakan, og
  5. onnur viðkomandi viðurskifti, ið kunnu styrkja fyrisitingina hjá TAKS.

Fíggjarmálaráðið staðfestir somuleiðis, at viðgerðin hevur sett spurnartekin við, um tíðin ikki er farin frá herdu tagnarskylduni í § 151 í Skattalógini, ið varð ásett, langt áðrenn vit fingu vanligar innlitsreglur og fyrisitingarlóg.

Eisini er møguligt, at neyðugt verður at herða og nágreina upplýsingarskylduna hjá vinnurekandi feløgum. Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hevur tí sett í gongd arbeiði at gera lógarbroytingar hesum viðvíkjandi.

Samanumtikið verða ítøkilig stig nú tikin fyri at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg. TAKS fer undir at styrkja fyrisitingina, eitt nú við greiðari mannagongdum í mun til stórmál framyvir, skattalóggávan verður endurskoðað, og fútin fær hartil møguleika at taka støðu til málið.

Les og tak niður alla frágreiðingina hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, her: Niðurstøður hjá Bárði Larsen (PDF-skjal)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321