Freistin nærkast

bannari
Freistin nærkast
Um minni enn eina viku skal Høgni Hoydal, landsstýrismaður, lata Løgtingsskrivstovuni uppskot um fiskidagar næsta fiskiár, ið byrjar 1. september
 
20.07.2017 - 08:43

Uppskotið skal leggjast fram ólavsøkudag. Spurningurin er, um næsta fiskiár bara varar til 1.januar 2018, ella talan verður um heilt fiskiár, tað er til 1.september 2018.

Bæði Havstovan og Fiskidaganevndin, sum hvørt ár lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum tilmæli um fiskidagar, hava í ár latið tilmæli um fiskidagar til 1.september næsta ár. Tilmælini eru um eitt heilt fiskiár.

Ætlanin er annars, at ein nýggj lóg skal koma í gildi á nýggjárinum. Í teirri lógini eru kvotur, ikki fiskidagar. Men sannlíkast er tó, at galdandi lóg verður longd, tá avtornar, so hildið verður fram við fiskidøgum næsta ár.

Eisini innanhýsis rumbul

Ikki bara er ósemja millum samgongu og andstøðu um fiskivinnunýskipanina. Eisini innanhýsis í samgonguni er rumbul um uppskotið hjá Høgna Hoydal, bæði í Javnaðarflokkinum og í Tjóðveldi.

Sosialurin hevur í seinastuni oftari enn eina ferð gitt, at løgmaður fer at skipa eina aðra samgongu eftir ólavsøku fyri at fáa eina fiskivinnulóggávu samtykta í heyst.

Uppskotið hjá Høgna Hoydal datt burtur, tá tingið fór í summarfrí. Tað skal tí leggjast fram aftur eftir ólavsøku, tá nýggj tingseta byrjar.

Óvist hvat líður nýggja uppskotinum

Ikki fæst at vita úr Fiskimálaráðnum, hvussu langt arbeiðið við nýggja uppskotinum er komið. Minnilutin í Vinnunevndini, sum í hesum førum er samgongan, hevði 42 broytingaruppskot til fyrra uppskotið hjá Høgna Hoydal.

Sjálvur sendi landsstýrismaðurin Vinnunevndini 24 broytingar tann 29. juni, tríggjar dagar, áðrenn Vinnunevndin skrivaði álit. Vinnunevndin fekk broytingarnar úr Fiskimálaráðnum fríggjadag, og hon skrivaði álit mánadag.

Umframt lógina um fiskivinnunýskipan skulu tíggjutals kunngerðir gerast, sum skulu nágreina, hvussu lógin skal umsitast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844