Leiðandi ljósmóðirin skal sigast upp

Leiðandi ljósmóðirin skal sigast upp
Sambært ætlanarskrivinum skal leiðandi ljósmóðirin á Landssjúkrahúsinum sigast úr starvi 30. november
Einki røkist fyri, at ósemjan á føðideildini á Landssjúkrahúsinum verður loyst. Nú hevur leiðandi ljósmóðirin fingið ætlanarskriv um uppsøgn
 
27.07.2017 - 12:24

Ósemjan millum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og ljósmøðurnar heldur fram.

Leiðandi ljósmóðurin á Landssjúkrahúsinum hevur nú fingið ætlanarskriv um uppsøgn. 

Tað váttar hon fyri Kringvarpinum.

Ætlanarskrivið var handað henni í gjár.

Sambært ætlanarskrivinum skal leiðandi ljósmóðurin sigast úr starvi 30. november.

Leiðandi ljósmóðurin hevur hoyringarfreist til 9. august.

Stór ósemja

Stór ósemja hevur verið millum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum og ljósmøðurnar, og 14 av 17 ljósmøðrum hava verið, ella eru sjúkrameldaðar.

Higartil í ár hava 24 avloysarar verið til arbeiðis fyri sjúkrameldaðar ljósmøður, og tað hevur kostað Landssjúkrahúsinum umleið 900.000 krónur í eyka lønarútreiðslum. 

Ljósmøðurnar kærdu Johnny í Grótinum, stjóra á Landssjúkrahúsinum, til Heilsumálaráðið, men fingu ikki viðhald.

Heilsumálaráðið heitti kortini á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um at loysa samstarvstrupulleikarnir beinan vegin. 

Herfyri gjørdi leiðslan av at fara aftur til skipanina á føðideildini, ið var í gildi fyri 1. apríl.

Johnny í Grótinum, stjóri, vil ikki gera viðmerkingar til ætlanarskrivið um uppsøgn, tí hann ikki vil gera viðmerkingar til persónsmál.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537