Eldsbrunin sæst aftur í arbeiðsloysistølum

Eldsbrunin sæst aftur í arbeiðsloysistølum
Arbeiðsloysið í Suðuroynni er góð fimm prosent
 
08.08.2017 - 10:34

Eldurin í Varðanum Pelagic sæst nú eisini aftur í arbeiðsloysitølunum í Suðuroynni.

Eldur var í uppsjóvarvirkinum á Tvøroyri tann 9.juni.

Sambært Hagstovuni var arbeiðsloysið í Suðuroynni í juni 5,3 prosent, nógv tað størsta í landinum.

Arbeiðsloysið í Suðuroynni var 3,5 prosent í mai og 4,3 prosent í apríl.

Tað minsta síðani 2008

Annars var arbeiðloysið í Føroyum í juni tað minsta síðani 2008, tað var 2,2 prosent.

630 fólk vóru uttan arbeiði í juni í ár, 158 færri enn í juni í fjør.

Samstundis sum arbeiðsloysið minkar, minkar munurin millum arbeiðsleysar kvinnur og menn.

Størsta arbeiðsloysið er hjá ungum kvinnum, sum eru millum 25 og 34 ár.  

Eisini hjá monnum er arbeiðsloysið størst í júst hesum aldursbólkinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087