Framløgudagurin er framvegis í august

bannari
Framløgudagurin er framvegis í august
Ætlanin hjá landsstýrinum er enn at leggja nýggja fiskivinnunýskipan fram nú í august. Truplari at gera reglur um antitrust saman við fiskidøgum.
Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen
 
21.08.2017 - 10:25

Løgmaður heldur framvegis fast um, at nýggja fiskivinnulógin kemur aftur í løgtingið nú í august.

Tingfundur verður mikudagin, men tá kemur uppskotið ikki, tí tað er ikki farið í Løgtingsskrivstovuna enn. 

Frá týsdegnum í næstu viku verður eingin tingfundur í eina tíð, tí Útnorðurráðið hevur ársfund í Reykjavík.

1.september fer Vinnunevndin til Japans. 

Og í september kemur formansskapurin í fólkatinginum til Føroya.

Nærkast evsta marki

Nýggjárið nærkast, og fær fyrsta viðgerð ikki verið mánadagin, um eina viku, eru vit upp aftur nærri nýggjárinum, tá tingið fær viðgjørt fiskivinnunýskipanina.

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sigur, at 17 fólk taka undir við tí uppskoti, sum nú fer í tingið. Tey eru samgongan og Sonja Jógvansdóttir.

Hann sigur, at semja er um tað. 

Hann vil tó ikki siga, um tey 17 fólkini hava skrivað undir, at tey atkvøða fyri uppskotinum, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður, kemur við.

Landsstýrið hevur longu avgjørt at bíða við kvotunum til 2019.

Tað ger, at lógarparturin um antitrust verður torførari at orða, nú talan verður um fiskidagar eisini í 2018, sigur løgmaður.

  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444