Kroppurin, sum er funnin, er Kim Wall

Kroppurin, sum er funnin, er Kim Wall
Løgreglan hevur í morgun boðað frá, at kroppurin sum varð funnin uttan armar, bein og høvd, er horvna tíðindakvinnan
 
23.08.2017 - 07:44

Svenska tíðindakvinnan, Kim Wall, sum hevur verið horvin í næstan tvær vikur, er funnin. Løgreglan fann ein mansbul út fyri Amager mánadagin og kanningar hava staðfest, at talan er um svensku Kim Wall. 

Løgreglan hevur áður boðað frá, at armar, bein og høvd tilvitað er skorið av.

Kim Wall fór út at sigla við Peter Madsen, eisini kallaður Raket-Madsen, hósdagin í síðstu viku, í sambandi við eina grein, sum hon skuldi skriva um hann.

Tá ið hon ikki var komin heim fríggjanáttina ringdi unnustan til løgregluna. Kavbáturin varð eftirlýstur og funnin fríggjamorgun við Køge bugt. Hann sakk stutt eftir at hann var funnin, og Peter Madsen svam umborð á bátin, sum var komin á kavbátin.

Hann greiddi frá, at hann hevði sett hana av á Refshaleøen hóskvøldið, men hevur síðani greitt frá, at hon var deyð í eini vanlukku umborð, og at hann hevði blakað líkið fyri borð, ella sum hann orðaði seg, hevði "jarðað hana á sjónum".

Løgreglan hevur hildið tíðindafund í morgun klokkan átta føroyska tíð. Her var millum annað greitt frá, at blóð frá Kim Wall er funnið umborð á kavbátinum, hóast hann hevur verið fullur av vatni.

Peter Madsen er skuldsettur fyri dráp, men hevur sitið varðhaldsfongslaður fyri óviljað manndráp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537