Elinborg hevur nasatrupulleikar

Elinborg hevur nasatrupulleikar
Flogferðirnar í Íslandi, Bergen og Billund eru seinkaðar, tí eitt flogfar hjá Atlantsflogi fekk staðfest tekniskt brek seint í gjárkvøldið.
 
25.08.2017 - 11:39

Seinkingar eru í flogferðsluni í dag, tí tekniskt brek er staðfest á einum flogfari hjá Atlantsflogi.

Eftir viðlíkahaldið seint í gjárkvøldið varð staðfest, at ein pakningur var farin í nasahjólinum á flogfarinum, ið nevnist Elinborg.

Tað sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.

Flogfarið, sum skuldi flúgva úr Íslandi í morgun, hevur útsett fráferðina til klokkan hálvgum níggju í kvøld.

Eisini flogferðirnar  - úr ávíkavist Bergen á døgurða og Billund seinnapartin - eru fyribils útsettar. Nærri kunning um hesar báðar flogferðirnar verður klokkan eitt, stendur á heimasíðuni hjá flogfelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. juli
Morgunlestur týsdagur 16. juli 2024
177834
Mánadag 15. juli
Biltúrurin 5: Koyrt verður í Havn
176612
Mánadag 15. juli
Søgan um Hank Williams (5:8)
176858
Mánadag 15. juli
Morgunlestur mánadagur 15. juli 2024
177833
Sunnudag 14. juli
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
178020
Nýggjastu sendingar í SV