Eingin loysing uttan samtykki úr fólkatinginum

bannari
Eingin loysing uttan samtykki úr fólkatinginum
Føroyingar sleppa ikki úr danska ríkinum, uttan at fólkatingið vil tað, sigur grundlógin
Uppskotið um stjórnarskipan hevur verið til hoyringar. Millum annað Lars Løkke Rasmussen hevur sagt sína hugsan.
 
28.08.2017 - 12:29

Føroyingar sleppa ikki úr danska ríkinum, uttan at fólkatingið vil tað.

Tað gera bæði Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og danska Løgmálaráðið vart við, nú uppskotið um føroyska stjórnarskipan hevur verið til hoyringar. 

Tey vísa til sjálva grundlógina.

Har stendur í grein 19, at fólkatingið skal samtykkja, um kongur ætlar at minka ríkið.  

Verður góðkent í Danmark

Lars Løkke Rasmussen sigur tó, at bæði stjórnin og fólkatingið fara at virða tað, at Føroyar vilja gerast sjálvstøðugt ríki.

Í uppskotinum um stjórnarskipan stendur, at Føroyar kunnu skipa seg sum sjálvstøðugt ríki. 

Tá skal fólkið taka endaliga avgerð á fólkaatkvøðu í minsta lagi eitt hálvt ár eftir og í mesta lagi eitt ár eftir, at løgtingið hevur tikið støðu sína. 

Forsætisráðharrin heldur tað vera løgið, at sambandið millum Føroyar og Danmark ikki er nevnt við einum orði í uppskotinum um stjórnarskipan.

Hann vildi fegin havt, at uppskotið skilligari vísir, at Føroyar eru partur av ríkisfelagsskapi saman við Danmark og Grønlandi.

Ein millión til fólkaatkvøðu

Landskassin sparir eina millión krónur í ár, tí fólkaatkvøða um stjórnarskipanina verður ikki á ár.

Sambært uppskotinum um eykajáttanarlóg, sum nú er í løgtinginum, verða ein millión krónur fluttar landskassanum aftur.

Pengarnir koma aftur næsta ár. Tí ætlanin er at hava fólkaatkvøðuna flaggdagin í 2018.

Men tá krevst, at løgtingið verður liðugt við uppskotið um stjórnarskipan í seinasta lagi 25.oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860