Svenski forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær

Svenski forsætisráðharrin eigur at leggja frá sær
So bersøgin er formaðurin í SD, Jimmie Åkesson, nú nýggjar upplýsingar í kt-gøluni eru komnar undan kavi
 
28.08.2017 - 17:40

Hon skal hava fingið kunning um, at Flutningsmálaráðið longu í februar 2016 kann hava likið loyniligar upplýsingar, uttan at hon skilti álvaran í málinum. 

Málið snýr seg um at:

  • raksturin fyri eina kt-skipan í skundi varð samtyktur
  • um vánaliga handfaring at persónupplýsingum  
  • og møguliga um at onkur hevur likið persónsupplýsingar.

Málið byrjaði á vári 2015, tá svenski aðalstjórin í Flutningsstýrinum útveitti kt-skipanina í ráðnum til IBM-fyritøkuna og til undirveitarar í millum annað Kekkia, Serbia og Rumenia.

Fyri at flytingin til IBM skuldi ganga skjótari, vóru fleiri ásetingar í svensku kt-lógini ikki fylgdar, - millum annað um trygdargóðkenning av útlendskum feløgum og persónum, sum skuldu taka sær av upplýsingum hjá Flutningsstýrinum.

Eymar upplýsingar

Og tað er her, at persónligar upplýsingar, sambært svenskum fjølmiðlum, kunnu verða liknar. 

Tí hetta gav starvsfólkum í IBM og undirveitarnum hjá teimum fría atgongd til serliga eymar upplýsingar um svenskar ríkisborgarar og svenska undirstøðukervið.

Talan kann millum annað verða um upplýsingar um loyniligan samleika hjá svenskum trygdar- og herfólkum og løgreglufólkum.

Bersøgin SD'ari

Jimmie Åkesson er hvassorðaður í samrøðu við Svenska kringvarpið.

- At allar nærmasti persónurin hjá Stefan Løfven hevur vitað um hetta leingi og ikki hevur kunnað forsætisráðharran, - ber als ikki til. Løfven má leggja kortini á borðini og taka avleiðingarnar. Eg havi ikki álit á honum longur. Eg eri sannførdur um, at onkur .. ella enntá hann sjálvur lýgur, sigur Jimmie Åkesson, leiðari fyri SD, við Svenska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860