Gigni fær av grovfílini frá Landsgrannskoðanini

Gigni fær av grovfílini frá Landsgrannskoðanini
Feilir og vánalig umsiting merkja roknskapin hjá Gigni, sum skal geva ungum og børnum heilsutænastur
Fyrbils er Gigni stýrt úr Heilsutrygd, men ein bygnaðarbroyting er veg.
 
30.08.2017 - 11:58

Feilir og vánalig umsiting merkja roknskapin hjá Gigni.

Tað er niðurstøðan hjá Landsgrannskoðanini um roknskapin hjá Gigni fyri 2016.

Landsgrannskoðanin sigur, at leiðslan í Gigni hevur ikki víst hóskandi fíggjarligan atburð í sambandi við ognir og virksemið.

Nevnd verða væntandi skjøl og veikt ella einki innaneftirlit.

Ivi um keypskort

Keypskort eru brúkt soleiðis, at ivi er um, at keypt er fyri kortini til at reka stovnin Gigni. 

Sambært frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini er leiðslan hjá Gigni sum heild samd í, at roknskaparviðurskiftini vóru ikki nóg góð, at brúk er fyri betri skjalfesting, at gjalda rokningar rættstundis og stemma av javnan. 

Fíggarmálaráðið fekk fyribils frágreiðing frá Landsgrannskoðanini 28.februar. Nú er endaliga frágreiðingin komin.

Heilsumálaráðið er ógegnut, tí landsstýriskvinnan arbeiddi hjá Gigni, áðrenn hon fór í landsstýrið.

Nógv dømi

Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðani, sum er fýra síður, eru nógv dømi um, at pengarnir hjá Gigni eru brúktir vánaliga. 

Bjarta Vilhelm, sum var stjóri í Gigni, segði seg úr starvinum 1.juli. - Tá varð Gigni umsitingarliga lagt undir Heilsutrygd og stjórin har, Egil á Bø, er settur sum fyribilsstjóri.

32 fólk starvast í Gigni, sum fæst við heilsutænastur til børn og ung.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860