Nýggjur stjóri fyri gymnasialt miðnám

Nýggjur stjóri fyri gymnasialt miðnám
Glasir hevur sett Elsu Maria Holm Olsen sum útbúgvingarstjóra fyri størsta virkisøkið hjá miðnámskúladeplinum
Elsa Maria Holm Olsen er nýsettur útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám á Glasi
Mynd: savn  
 
01.09.2017 - 10:41

Elsa Maria Holm Olsen er sett í starv sum útbúgvingarstjóri fyri gymnasialt miðnám, sum er størsta virkisøkið á Glasi.
Elsa Maria er útbúgvin cand.mag. í donskum bókmentum við hjánámi í mentan og samskifti.

Hon hevur diplom í leiðslu frá Robert Gordon University, er útbúgvin pedagogikumvegleiðari og hevur tikið fleiri leiðsluskeið í Føroyum, Danmark og Sveis.

Hon hevur starvast í Hoydølum síðani 2011 og arbeiddi sum deildarleiðari á Handilsskúlanum á Kambsdali frá 1997 til 2002 og á Handilsskúlanum í Tórshavn frá 2002 til 2005.

Elsa Maria Holm Olsen hevur eisini undirvíst á Nordfyns Gymnasium og Tietgen Skolen í Danmark frá 1991 til 1997 og verið stjóri á Rúsdrekkasølu Landsins frá 2005 til 2012.
Hon tekur við starvinum 1. september.

Glasir, sum er Føroya størsti útbúgvingarstovnur, hevur 250 starvsfólk og 1.500 næmingar og lesandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860