Barnalokkari fekk íslendsku stjórnina at slitna

15.09.2017 - 07:07
AktueltÚtheimurin
Barnalokkari fekk íslendsku stjórnina at slitna
Bjørt framtíð er farin úr ríkisstjórnini, tí forsætisráðharrin hevur brotið álitið. Pápi hansara viðmælti, at dømdur barnalokkari verður reinsaður
Óttarr Proppé, heilsumálaráðharri, saman við Sirið Stenberg og grønlendsku landsstýriskvinnuni Agathe Fontain.
Mynd: © Heulsumálaráðið  
 
 

Í Íslandi er stjórnarkreppa, eftir at flokkurin Bjørt framtíð fór úr stjórnini seint í gjárkvøldið.

Tríflokka stjórnin hjá Bjarna Benediktssoni, forsætisráðharra, fekk tí bara stívar níggju mánaðir. 

Hon varð skipað 10.januar í ár.

Óttarr Proppé, formaður í Bjartari framtíð og heilsumálaráðharri, hoyrdi í fjølmiðlunum, at Sigriður Á. Andersen, løgmálaráðharri, hevði sagt við Bjarna Benediktsson, forsætisráðharra, at pápi hansara, pápi forsætisráðharran, hevði skrivað undir eitt bræv, har sum viðmælt varð, at ein maður, sum er dømdur fyri at gera seg kynsliga inn á barn, verður reinsaður. 

Maðurin søkti um at verða reinsaður, og pápi forsætisráðharran, sum er vinnulívsmaður, var millum teirra, sum tóku undir við tí.

Óvissa um framtíðina

Óttarr Proppé sigur við islendskar miðlar, at hetta er álitisbrot, sum flokkurin ikki kann góðtaka.

Forsætisráðharrin átti at hava sagt Bjartari framtíð frá tí, sum pápi hansara gjørdi.

Tað er ikki rætt, at flokkurin frættir um tað í miðlunum, sigur hann. 

Enn er óvist, hvat hendir í Íslandi.

Ein møguleiki er, at Bjarni Benediktsson fær onkran annan flokk upp í stjórnina, ella at ein minnilutastjórn hjá Sjálvstæðisflokkinum og Viðreisn heldur fram, við stuðli frá onkrum flokki í altinginum.

Hin møguleikin er so nýval.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. oktober
3-2
Sunnudag 22. oktober
Andaktin
Sunnudag 22. oktober
Norðurevropiski meistaraskapurin