Leiga út skattafrítt fyri 50.000 krónur

bannari
Leiga út skattafrítt fyri 50.000 krónur
Í eini roynd at fáa fleiri fólk at leiga út, vil landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tvífalda skattafría botnfrádráttin
-Ferðavinnan trýstir bústaðarmarknaðin, og tí er neyðugt at gera tað meira áhugavert hjá fólki at langtíðarleiga sínar bústaðir, heldur enn at bjóða teir fram til ferðavinnuna, sigur Kristina Háfoss.
 
21.09.2017 - 10:57

Tað skal vera meira áhugavert hjá fólki at leiga út íbúðir og sethús til fólk, sum mangla okkurt at búgva í. Tað heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, sum tí lokkar við øktum skattafrádrátti.

Kristina Háfoss hevur sent eitt lógaruppskot til hoyringar, har mælt verður til at økja fíggjarliga fyrimunin av at langtíðarútleiga bústaðir.

Sambært landsstýriskvinnuni eru fýra endamál við lógaruppskotinum:

• at økja útboðið av leigubústøðum til langtíðarleigu fyri betur at møta stóra tørvinum á leigubústøðum,
• at eggja til, at bústaðir, sum í dag ikki verða brúktir, heldur verða útleigaðir,
• at fíggjarligi fyrimunurin við at langtíðarleiga gerst størri enn at stutttíðarútleiga, og
• at leigukostnaðurin yvir tíð kann lækka, tí størri partur av leiguinntøkunum gerst skattafríur.

Fyri at røkka málinum ætlar landsstýriskvinnan at hækka skattafría botnfrádráttin, sum í dag er 24.000 krónur um árið, upp í 50.000 krónur um árið. Leiguinntøkur oman fyri 50.000 krónur skulu síðani skattast við 25 prosentum.

Sambært Kristinu Háfoss hevur økta ferðavinnan lagt trýst á bústaðarmarknaðin. Tí er neyðugt at gera tað meira áhugavert hjá fólki at langtíðarleiga sínar bústaðir, heldur enn at bjóða teir fram til ferðavinnuna, sigur landsstýriskvinnan.

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Økja fíggjarliga fyrimunin við at langtíðar útleiga bústaðir) er sent til ummælis. Freistin at svara er 4. oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. mai
Morgunlestur týsdagur 14. mai 2024
174854
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860