Eiga met í deyðsvanlukkum

Eiga met í deyðsvanlukkum
Trý ár eru liðin síðani Gunnar Zachariassen doyði í eini arbeiðsvanlukku. Í miðal doyr ein um árið av at fara til arbeiðis í Føroyum
 
25.09.2017 - 22:55

Tann 25. september í 2014 fór 22 ára gamli Gunnar Zachariassen til arbeiðis á fyrsta sinni hjá Faroese Maritime Services.

Uppgávan var at umskipa frystan makrel av grønlendska trolaranum Ilivileq, sum lá við Eystaru Bryggju í Havn.

Men hetta var eisini seinastu ferð ungi maðurin fór til arbeiðis. Gunnar doyði av løstunum hann fekk, tá ein plattur av frystum makreli brotnaði og datt niður í lastina, har hann stóð

Í dag eru 3 ár liðin síðani hesa lagnu nátt og enn er ógreitt hví hann steig út undir plattin. Kanska steig hann út, kanska hann gleið, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

Eftir sita tey avvarðandi við nógvum ósvaraðum spurningum og eini kenslu av órætti, tá arbeiðsgevarin fekk eina bót uppá 40.000 krónur.

 

Fleiri viðurskifti vóru ikki í lagi, hesa náttina, Gunnar Zachariassen fór til arbeiðis á Eystaru Bryggju í Havn.

Arbeiðseftirlitið staðfesti í síni frágreiðing millum annað, at platturin, sum brotnaði og datt niður í lastina ikki var egnaður til endamálið.

Haraftrat manglaði útgerð og nøktandi kunning til starvsfólkini .

Í alt sjey viðurskifti vóru ikki í lagi.

 

Gunnar Zachariasen er tíverri ein partur av einum óhugnaligum meti, sum vit føroyingar eiga, samanborið við okkara grannalond.

Seinastu fimm árini hava í alt fimm deyðsvanlukkur verið á føroyskum arbeiðsplássum. Tað er í miðal ein um árið, og tað er nógv meira enn í okkara grannalondum.

 

Fara vit eitt ár longur aftur í tíðina - tann 13. september í 2013, fór ein annar ungur havnarmaður til arbeiðis og kom ongantíð heim aftur.

Reimar Djurhuus arbeiddi við fótbóltsvøllin á Argjum hjá Húsavarðatænastuni, men undir arbeiðinum var hann raktur av einum betongelementi og doyði av løstunum.

Arbeiðið var ikki nóg væl skipað, staðfesti Arbeiðseftirlitið. Virkið fekk eina bót uppá 20.000 krónur.

Lága bótin var ikki í lagi, hildu fleiri politikarar, og Sonja Jógvansdóttir kallaði upphæddina láturliga í tinginum í november í 2015. Henrik Old, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum lovaði, at bøturnar skuldu hækka. Enn er tó einki hent.

 

Fleiri doyggja av at fara til arbeiðis í Føroyum

Men hví er tað farligari at fara til arbeiðis í Føroyum enn í eitt nú Danmark?

Sambært Leivi Persson, stjóra á Arbeiðseftirlitinum, kann ein orsøk vera, at vit hava nógva tunga vinnu, sum er vandamikil. Hann dylir heldur ikki fyri, at hann heldur ein samanhang vera millum mongu vanlukkurnar og manglandi eftirlitið, sum var ein avleiðing av sparingum frá 2008 til 2015 og at Arbeiðseftirlitið varð skorið inn á bein í 2011.

Haraaftrat skulu vit vera varðin við at samanbera tølini, tí tað kunnu vera marginalar, sum avgera, um ein persónur doyr ella ikki av eini vanlukku, og tá kann tað vera trupult at samanbera føroysku tølini við onnur, tí talan er um so fá fólk í Føroyum, sigur Leivur Persson.

Men ger man tað kortini - altso samanber tølini, eru fýra ferðir so nógvar deyðsvanlukkur á føroyskum arbeiðsplássum sum á eitt nú donskum.

 

Lovaði broytingar

Í kjalavørinum av hesi røð av deyðsvanlukkum í 2012 í 2013 og 2014 segði landsstýrismaðurin í arbeiðsmálum, Henrik Old, at hann vildi hava fleiri broytingar, so trygdin á føroyskum arbeiðsplássum verður betri.

Fyrst og fremst skuldi játtanin hækkast til Arbeiðseftirlitið, sum í fleiri ár á rað hevði verið fyri ógvusligum sparingum.

Haraftrat skuldi Arbeiðseftirlitið hava fleiri heimildir - til dømis at til at steingja eitt virki, tá ein vanlukka hevur verið.

Og síðst, men ikki minst, eigur bótin sum eitt virki fær í einum tílíkum føri at verða hækkað.

Men er hvat hent á økinum? Tað hava vit hugt uppá. 

 

Játtan til Arbeiðseftirlitið frá 2008

Í 2015 hækkaði játtanin til Arbeiðseftirlitið fyri fyrstu fer í nógv ár. Í 2015 fekk Arbeiðseftirlitið 720.000 krónur meira at arbeiða við, og árið eftir fekk Arbeiðseftirlitið 600.000 krónur aftrat til sálarligt arbeiðsumhvørvi. Enn er játtanin ikki komin upp á tað, sum hon var í 2008

 

 Játtan frá  2008

  • 2008: 4.706 mió.
  • 2009  3.481 mió.
  • 2010  3.536 mió.
  • 2011  2.809 mió. (+ 0,5 mió. í eykaj. til frafaringarlønir)
  • 2012  2.809 mió.
  • 2013  2.809 mió.
  • 2014  2.809 mió.
  • 2015  3.519 mió.
  • 2016  4.119 mió.        
  • 2017  4.119 mió (+ 2.120 mió. Vegna samanlegging við Brunaeftirlitið)
 

 
Gongdin á Arbeiðseftirlitinum:

  • 2011: Vegna sparingar verða 6 starvsfólk – t.e. 50% av stovninum søgd úr starvi. Stovnurin verður niðurlagdur, og gerst ein deild hjá Heilsufrøðiligu starvstovuni. 6 starvsfólk eru eftir upprunalig 12. 10 ár áðrenn starvaðust uml. 15 fólk á stovninum,  
  • 2013: Samanleggingin við Heilsufrøðiligu starvstovuna verður staðfest við lóg.
  • 2015: Játtanin til Arbeiðseftirlitið hækkar. Starvsfólkatalið á Arbeiðseftirlitinum hækkar frá 6 til 7. Talið av eftirlitum í byggivinnuni hækkar við 1000% (10 faldast)
  • 2015: Arbeiðseftirlitið og málsøkið ‘arbeiðsmarknaðurin’ verður flutt frá gamla Vinnumálaráðnum til nýggja Samferðslumálaráðið.  
  • 2016: Játtanin hjá Arbeiðseftirlitinum hækkar. Starvsfólkatalið hækkar frá 7 til 8 fólk. Sálarfrøðingur verður settur í starv – og stovnurin byrjar at hava virksemi í mun til sálarliga arbeiðsumhvørvi
  • 2017: Arbeiðseftirlitið, sum enn var partur av Heilsufrøðiligu starvstovuni, og Brunaeftirlitið, sum enn var partur av VØRN, verða løgd saman í ein sjálvstøðugan stovn, ið eitur Arbeiðs- og brunaeftirlitið. Samlaða starvsfólkatalið er 12 fólk.

 

Deyðsvanlukkur á føroyskum arbeiðsplássum seinastu 10 árini:
(arbeiðsvanlukkur á sjónum eru ikki taldar við)

  • 2017: 0 (higartil)
  • 2016: 2
  • 2015: 0
  • 2014: 1
  • 2013: 1
  • 2012: 1
  • 2011: 0
  • 2010: 0
  • 2009: 1
 


Stødd á sektum
Hægsta sekti til og við 2015 var 20.000 kr. Síðan 2016 er hægsta sektin 40.000 krónir og kann tískil vera praksis framyvir.

Arbeiðsvanlukkur standast av manglandi eftirliti

Arbeiðsvanlukkur: Skal vera dýrari at bróta lógina

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860