Biðja um eykajáttan til útjavningarstuðul

Biðja um eykajáttan til útjavningarstuðul
Biðið er um hálva millión í eykajáttan til útjavningarstuðul. Tað er Samferðslumálaráðið, ið biður løgtingið um eykajáttanina.
 
23.09.2017 - 09:25

Tað sæst í svari til fyrispurning frá Jónleifi Johannesen, tingmanni, frá Henrikki Old, landstýrismanni.

Fyri at farmur kann koma undir reglugerðina, skulu sendarin og/ella móttakarin hava fastan bústað í útjaðaraøkinum sambært skrá hjá Landsfólkayvirlitinum, verður sagt í svarinum.

Men neyðugt er at endurskoða reglugerðina, heldur landsstýrismaðurin.

Fyri at umgangast, at tey, sum hava adressu á útoyggj, men í roynd og veru búgva aðrastaðni, fáa part av útjavningarstuðlinum, verður neyðugt at endurskoða reglugerðina til dømis soleiðis, at kommunurnar sjálvar gera eitt yvirlit yvir, hvør veruliga er fastbúgvandi á ávísu oynni. Á tann hátt kann játtanin eisini røkka longur, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418