ALS - hóast nógvar pengar verður tað sama kravt

ALS - hóast nógvar pengar verður tað sama kravt
ALS skal sambært samtykt frá 2007 hava minst 800 milliónir í eginpengini. Nakað er eftir á mál enn. Avlopið í ár verður 110 milliónir
Starvsfólkini hjá ALS fáast ikki bara við at skráseta arbeiðsleys, sigur Henrik Old, landsstýrismaður.
 
02.10.2017 - 09:45

Hóast nógv fleiri pengar koma í kassan hjá ALS enn fara úr honum, er eingin ætlan um at lækka inngjaldið.

Tað er í góðum tíðum, at ALS skal styrkjast fíggjarliga. 

Tí verður inngjaldið ikki lækkað, sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu.

Leiðslan í ALS segði í 2007, at ALS eigur at hava 800 milliónir krónur í eginogn. Tá varð roknað við einum prosenti í inngjaldi. Inngjaldið er nú 1,25 prosent.

Eginognin hjá ALS minkaði frá 2010 til 2013, tá eginognin fór úr 714 milliónum niður í 307 milliónir. Hon minkaða góðar 400 milliónir krónur í fýra ár.

Misti yvir 100 milliónir um árið

Í 2015 varð avgjørt, at tá arbeiðsloysið er minni enn 4,25 til 4,50 prosent, skal Arbeiðsloysisskipanin hava avlop og verða styrkt fíggjarliga. Annars kann hon hava hall, tá arbeiðsloysið er størri.

Við hesum ásetingum verður mett, at fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá ALS er tryggjað, sigur Henrik Old. 

Í fjør var eginognin hjá ALS góðar 455 mió. kr.

Avlopið í ár verður væntandi 110 mió. kr., sigur Henrik Old.

Lógarbroyting

Lógin um ALS skal kanska broytast, so skyldan hjá skipanini at hjálpa arbeiðsleysum við ymiskum átøkum á arbeiðsmarknaðinum verður lagað til arbeiðsloysið í landinum, sigur Henrik Old eisini í svarinum til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Hon spurdi, hví hvørt starvsfólk hjá ALS bara umsitur 12 arbeiðsleys.

Hon spurdi Henrik Old, sum varðar av ALS, um hann heldur tað vera í lagi. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir undrast eisini á, at lønin til starvsfólkini hjá ALS var næstan tríggjar ferðir so stór í fjør sum í 2011.

Í 2011 var arbeiðsloysið í Føroyum sjey prosent. Í 2016 var arbeiðsloysið 2,2 prosent.

Styrkt eftirlit 

Henrik Old svarar, at starvsfólkahópurin hjá ALS er lagaður til tørvin og minkandi arbeiðsloysið. 

Í fjør varð fjórða hvørt ársverk skorið burtur. Sannlíkt er, at starvsfólkini eisini verða færri í ár enn í fjør.

Annars er ikki beinleiðis samband millum arbeiðið hjá ALS og arbeiðsloysið, sigur landsstýrismaðurin í svarinum.

Hóast arbeiðsloysið minkar alla tíðina, koma nógv fólk í skipanina at vera í eina tíð. Tey vóru 1400 í fjør og 900 higartil í ár.

Eftirlitið hjá ALS er broytt og styrkt, nú starvsorkan hjá ALS kann brúkast til annað enn avgreiðslu.  

Og tað er nú eisini ásett við lóg, at Arbeiðsloysisskipanin skal skipa fyri arbeiðsmarknaðarátøkum til tey arbeiðsleysu.

Men hendan lógin kann kanska broytast, sigur Henrik Old.


 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860