Kunnu víkja frá kravinum um landsroyndir

Kunnu víkja frá kravinum um landsroyndir
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur skotið upp at broyta fólkaskúlalógina
 
02.10.2017 - 15:25

Landsstýrisfólkið í mentamálum skal nú fáa heimild til í serligum førum at gera frávik frá regluni um at skipa fyri landsroynd.

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, skjýtur upp at broyta fólkaskúlalógina, og nýggja reglan skal koma í gildi 1. januar.

Sambært fólkaskúlalógini skal landsstýrisfólkið á hvørjum ári skipa fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni í 4. og 6. flokki í fólkaskúlanum.

Avbjóðingar

Landsstýriskvinnan í mentamálum sigur, at ávísar avbjóðingar hava verið við skipanini, og tí verður mælt til, at í ávísum førum kann víkjast frá kravinum um at skipa fyri landsroyndum.

Eftir fleiri óhepnar hendingar er tørvur á at eftirmeta og kanska endurskoða skipanina bæði tøkniliga og námsfrøðiliga.

Uppskotið hevur eisini týdning fyri fíggjarlógina, tí verður landsroynd ikki hildin í einum ári, sparir landskassin umleið 800.000 kr., stendur í viðmerkingunum til uppskotið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Við Tórði á túri í Skálhøvda
175000
Mánadag 13. mai
Góðan morgun Føroyar
174974
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860